Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. desember 2011 Nr. 172
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast…
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 26. mai 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Rætt til rentustuðul eftir hesi lóg hava eisini lutaíbúðafeløg, ið eru stovnsett sambært løgtingslóg um lutaíbúðafeløg.” 2) § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Rentustuðul eftir § 3 í hesi lóg verður fyri lutaíbúðafeløg sambært løgtingslóg um lutaíbúðafeløg veittur fyri hvønn lutin.” 3) Í § 3, stk. 2 verður “kr. 150.000 pr. matrikulnummar”, broytt til: “tí í stk. 3 ásettu hámarksupphædd pr. matrikkulnummar”. 4) Aftaná § 3, stk. 2 verða sum nýggj stk. sett: “Stk. 3. Tann árliga hámarksupphæddin í 2011 er 150.000 kr., hereftir lækkar upphæddin soleiðis: 1) Í 2012 er upphæddin 140.000 kr. 2) Í 2013 er upphæddin 130.000 kr. 3) Í 2014 og seinni er upphæddin 120.000 kr. Stk. 4. Eigaraíbúðir, sum ikki eru býttar í sjálvstøðugt matrikulnummar, og sum hava fingið rentustuðul fram til 30. september 2009, hava framhaldandi rætt til rentustuðul, hóast íbúðin ikki hevur eitt sjálvstøðugt matrikulnummar.” Stk. 3 verður hereftir stk. 5. 5) § 6, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Ár Landið Kommunan 2009 27% 13% 2010 26% 13% 2011 25% 13% 2012 24% 13% 2013 23% 13% 2014 og seinni 22% 13%”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012 Tórshavn, 23. desember 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 102/2011
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.