Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. desember 2001 Nr. 172

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Í løgtingslog nr. 171 frá 30 desember 1997 um skattafría samanlegging o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 8. apríl 1998, verða gjørdar hesar broytingar:

§ 1 1) Í § 1 verður eftir stk. 3, sum nýtt stk. sett

1) Í § 1 verður eftir stk. 3, sum nýtt stk. sett: “Stk. 4. Feløg, sum hava skuld, sum stavar frá keypi av virðisbrøvum í dótturfelag, kunnu ikki nýta ásetingarnar í hesi lóg, so leingi henda skuld ikki er goldin.” 2) Í § 9, stk. 2 verður “virðisbrævaskattalógini.” strikað. Í staðin verður sett: “lóg um skatt av kapitalvinningi.” 3) § 11, stk. 1, síðsta pkt. verður orðað soleiðis: “Partabrøvini í framhaldandi felagnum koma undir reglurnar í lóg um skatt av kapitalvinningi.”

§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 16. november 2001

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 16. november 2001. Tórshavn, 21. desember 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙