Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

31. desember 2019 Nr. 171

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019 og 2020

(Hækking og víðkan av veiðigjaldi)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli,…

Í løgtingslóg nr. 172 frá 20. desember 2017 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019, sum broytt við løgtingslóg nr. 179 frá 21. desember 2018 og løgtingslóg nr. 149 frá 13. desember 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020” 2. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Rættindahavari, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal rinda eitt veiðigjald, sum verður lagt á hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli, norðhavssild og svartkjafti, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til makrel, norðhavssild ella svartkjaft í 2018, 2019 og 2020 og fyri hvørt kilo í rundari vekt av botnfiski, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til botnfisk í russiskum sjógvi í Barentshavinum, botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N og botnfiski við Svalbard í 2020, tó undantiknar kvotur, sum eru keyptar á uppboðssølu.” 3. Í § 1, stk. 2, verður í nr. 1 “1,00 kr.” broytt til: “1,50 kr.”, í nr. 2 verður “0,50 kr.” broytt til: “0,60 kr.” og “og” verður strikað, í nr. 3 verður “0,20 kr.” broytt til: “0,25 kr.”og “svartkjafti.“ verður broytt til: “svartkjafti, og”. 4. Í § 1, stk. 2 verður sum nr. 4 sett: “4) 0,50 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av botnfiski, sbr. 1.” 5. § 3 verður orðað soleiðis: “§ 3. Í sambandi við gjøldini, sambært stk. 1, skulu teir í skjali 1 nevndu umrokningarfaktorar nýtast til umrokning av fiski og fiskavøru til runda vekt, tó so at umrokningarfaktorarnir í skjali 2 skulu nýtast til umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt av veiðu í russiskum sjógvi.” 6. Skjal 1 og skjal 2 verða sett sum skjal 1 og 2 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020.

§ 2 Stk. 1. Løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1.…

Stk. 1. Løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2020. Stk. 2. Veiðigjøldini í § 1, stk. 2, sum ásett í § 1, nr. 3 og 4, eru galdandi fyri fisk, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi fyri 2020. Í Tinganesi, 31. desember 2019 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 50/2019 Skjal 1 Fiska- slag Kruvdur, við høvdi Kruvdur, uttan høvd Kruvdur, skráskorin Japanskorin Flak við skræðu & beini Flak, uttan skræðu, við beini Flak við skræðu uttan bein Flak uttan skræðu & bein Flak við skræðu uttan ugga Flak uttan skræðu & ugga Fiska- mjøl Toskur 1,18 1,50 1,80 2,60 2,90 2,95 3,25 Hýsa 1,14 1,40 1,65 2,65 2,95 2,80 3,15 Upsi 1,20 1,35 1,60 2,55 2,80 2,85 3,00 3,35 3,80 Svart-kalvi 1,10 1,20 1,43 (1) 1,97 1,97 1,97 Svart-kalvi 1,10 1,20 1,50 (2) 1,97 1,97 1,97 Longa – Blálonga 1,20 1,40 2,80 2,80 2,80 Brosma 1,20 1,40 2,55 2,55 2,55 Havtaska 1,20 2,80 5,60 5,60 5,60 Steinb. / Liri 1,10 1,65 4,08 4,08 4,08 Hvítingur 1,20 1,40 2,80 2,80 2,80 Lýsingur 1,20 1,40 2,80 2,80 2,80 Konga-fiskur 1,20 1,65 1,95 (3) 4,77 4,77 4,77 Kalvi 1,10 1,35 2,70 2,70 2,70 Reyð-sprøka 1,10 1,20 2,40 2,40 2,40 Div. flatfiskur 1,10 1,20 2,40 2,40 2,40 Sild 1,00 1,00 2,00 2,00 2,00 5,11 Makrelur 1,15 1,30 2,60 2,60 2,60 5,11 Svart-kjaftur 1,20 1,40 2,80 2,80 2,80 5,11 Hávur 1,10 1,30 1. Japan-skorin svartkalvi við sporli 2. Japan-skorin svartkalvi uttan sporl 3. Japan-skorin kongafiskur Skjal 2 Umrokningarfaktorar fyri tosk: 1) Kruvdur, við høvdi 1,18. 2) Kruvdur, avhøvdaður, runtskorin 1,50. 3) Kruvdur, avhøvdaður, beintskorin 1,55. 4) Kruvdur, avhøvdaður, uggaskorin 1,74. 5) Flak við skræðu og beinum 2,65. 6) Flak, skrædlað, við beinum 2,84. 7) Flak, skrædlað, uttan bein 3,25. 8) Flak við skræðu, uttan bein 2,95. 9) Flak við skræðu, uttan bein, uttan búklepa 3,16. 10) Flak, skrædlað, uttan bein, uttan búklepa 3,43. Umrokningarfaktorar fyri hýsu: 1) Kruvd, við høvdi 1,14. 2) Kruvd, avhøvdað, runtskorin 1,40. 3) Kruvd, avhøvdað, beintskorin 1,69. 4) Flak við skræðu og beinum 2,76. 5) Flak, skrædlað, við beinum 3,07. 6) Flak, skrædlað, uttan bein 3,15. 7) Flak við skræðu, uttan bein 2,80. 8) Flak við skræðu, uttan bein, uttan búklepa 3,01. 9) Flak, skrædlað, uttan bein, uttan búklepa 3,28.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙