Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2009 Nr.171

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast…

Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2 verða sum nýggj stykki sett: “Stk. 3. Stuðul fyri tey lán, sum eru nevnd í stk. 1, nr. 2, litra a og b, verður bert veittur fyri matrikulnummarið ávikavist bústaðaeindina, har viðkomandi verður hildin at búgva, t.e. tann bústaður, sum viðkomandi persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at (miðdepilin í lívsáhugamálunum). Stk. 4. Rentustuðul verður ikki veittur fyri provisjónir og líknandi gjøld.” 2) Í § 3 verður stk. 2 orðað soleiðis: “Stk. 2. Fyri tey lán, sum eru nevnd í § 2, stk. 1, nr. 2, litra a, verður rentustuðul í mesta lagi veittur við tí í § 5 nevndu prosentupphædd av kr. 150.000 fyri hvørt ár.” 3) Í § 3 verður stk. 3 strikað. Stk. 4 verður hereftir stk. 3. 4) § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Tann árliga prosentupphæddin er 40% í 2009, hereftir lækkar rentustuðulin soleiðis: 1) Í 2010 er rentustuðulin 39%. 2) Í 2011 er rentustuðulin 38%. 3) Í 2012 er rentustuðulin 37%. 4) Í 2013 er rentustuðulin 36%. 5) Í 2014 og seinni er rentustuðulin 35%.” 5) Í § 6 verður stk. 3 orðað soleiðis: “Stk. 3. Rentustuðulin, nevndur í § 5, verður býttur millum land og kommunu, sum niðanfyri tilskilað: Ár Landið Kommunan 2009 27% 13% 2010 26% 13% 2011 25% 13% 2012 25% 12% 2013 24% 12% 2014 og seinni 23% 12%

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá framløgudegnum. Tórshavn, 22. desember 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 29/2009

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙