Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
21. desember 2001 Nr. 171
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar…
Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Aftaná § 8 verður sett: “8 a. Toll- og Skattstovu Føroya verður heimilað at veita tollfrían innflutning við eftirfylgjandi eftirliti av vørum, ið verða innfluttar til brúk undir bjargingartiltaki í sambandi við stórvanlukku ella náttúruvanlukku, har brúk er fyri bráðfeingis hjálp, um talan er um neyðstøðu á føroyskum land- ella sjóøki. 2. stk. Í seinasta lagi 14 dagar eftir at vøran er komin á tolløkið, skal Toll- og Skattstova Føroya hava yvirlit yvir slag og nøgd av vøruni, ið er innflutt. 3. stk. Vøra, ið kemur undir tollfrítøkuna, skal verða útflutt aftur í seinasta lagi 12 mánaðir eftir, at hon er komin inn. Toll- og Skattstova Føroya kann leingja hesa freist, um tað er neyðugt. 4. stk. Er talan um størri bjargingarroyndir v.m. í sambandi við neyðstøður, eru ásetingarnar í hesi grein eisini galdandi.” 2) Í § 19 verður 4. stk. orðað soleiðis: “Nevndin hevur endaliga fyrisitingarliga avgerðarrættin í avgerðum, sum eru tiknar av Toll- og Skattstovu Føroya sambært kap. 1. til 7 a. í hesi løgtingslóg.” 3) § 23 verður orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um avgreiðslutíðina hjá Toll- og Skattstovu Føroya og um tænastugjøld fyri tollavgreiðslur, sum fara fram aftaná avgreiðslutíð. 2. stk. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um tænastugjøld í sambandi við tolling og umtolling.” 4) § 30 a verður orðað soleiðis: “Í teimum fyriskipanum, sum verða gjørdar sambært hesi lóg, skal renta verða roknað av ov seint goldnum tolli og avgjaldi við 1,0% um mánaðin frá degnum eftir gjaldsdagin, og til goldið er. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002. Tórshavn, 21. desember 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.