Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2017 Nr. 171
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
(Tillaging av viðbót til fyritíðarpensjón)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum…
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 164 frá 24. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3, nr. 1, 8. rað um viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk verður “2014” broytt til: “2018” og “71.928,00” broytt til: “62.184,00”. 2. Í § 3, nr. 1, 9. rað um viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – gift hvør verður “2014” broytt til: “2018” og “64.944,00” broytt til: “57.804,00”. 3. Í § 3, nr. 1, 10. rað um viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk verður “2014” broytt til: “2018” og “23.340,00” broytt til: “31.332,00”. 4. Í § 3, nr. 1, 11. rað um viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør verður “2014” broytt til: “2018” og “20.280,00” broytt til: “29.496,00”. 5. Í § 3, nr. 1, 12. rað um viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk verður “2014” broytt til: “2018” og “22.032,00” broytt til: “30.540,00”. 6. Í § 3, nr. 1, 13. rað um viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør verður “2014” broytt til: “2018” og “17.668,00” broytt til: “27.864,00”.
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri…
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við februar 2018. Stk. 2. Árligu veitingarupphæddirnar í § 1, nr. 1-6, verða við útgjald í 2018 býttar við 12 og faldaðar við 11. Stk. 3. Fyri stakan fyritíðarpensjónist, ið hevur fingið tillutaða hægstu fyritíðarpensjón, og sum er búsitandi í Danmark ella í Grønlandi sbrt. § 3, stk. 4 í almannapensjónslógini, tá lógin kemur í gildi, er árliga viðbótin kr. 71.928,00. Stk. 4. Fyri giftan fyritíðarpensjónist, ið hevur fingið tillutaða hægstu fyritíðarpensjón, og sum er búsitandi í Danmark ella í Grønlandi sbrt. § 3, stk. 4 í almannapensjónslógini, tá lógin kemur í gildi, er árliga viðbótin kr. 64.944,00. Stk. 5. Viðbøturnar í stk. 3 og 4 verða javnaðar sambært § 2 í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Í Tinganesi, 20. desember 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 25/2017
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.