Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. desember 2020 Nr. 171
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
(Leinging av rættinum til barsilspening, hækking av barsilsgjaldinum og broyting viðvíkjandi kærunevndini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan (Barsilslógin), sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan (Barsilslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 7. mai 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 3, 2. pkt. verður aftan á “§ 9, stk.” sett: “6 og”. 2. Í § 9, stk. 1, 2. pkt. verður “44 vikur” broytt til: “48 vikur”. 3. Í § 9, stk. 2, 1. pkt. verður “30 vikur” broytt til: “34 vikur”. 4. Í § 9, stk. 4, 1. pkt. verður “48 vikur” broytt til: “52 vikur”. 5. Í § 9, stk. 6 og 7 verður “30 vikunum” broytt til: “34 vikunum”. 6. Í § 19, stk. 1 og 4 verður “0,71%” broytt til: “0,86%”. 7. Yvirskriftin yvir § 25 verður orðað soleiðis: “Umsitingarmyndugleiki og kærur” 8. § 25, stk. 3 og 4 verða strikað. Stk. 5 verður eftir hetta stk. 3. 9. Aftan á § 25 verður í kapittul VIII sett: “§ 25 a. Avgerðir eftir hesi løgtingslóg ella eftir reglum, settum sbrt. løgtingslógini, kunnu kærast til kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðanina um avgerðina. Avgerðir hjá kærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu skjótast inn fyri Føroya Rætt. Freistin hjá landsstýrismanninum ella umsitingarmyndugleikanum sbrt. § 25 at skjóta mál inn fyri Føroya Rætt er, innan 6 mánaðir eru farnir, frá at landsstýrismaðurin ella umsitingarmyndugleikin er kunnaður um avgerðina. Stk. 2. Ummæli frá landsstýrismanninum ella umsitingarmyndugleikanum til kærunevndina skal vera avgreitt innan 4 vikur. Kærunevndin kann í serligum førum leingja freistina at geva ummæli. Stk. 3. Kærunevndin hevur 3 limir, ein umboðandi løntakarar, ein umboðandi arbeiðsgevarar og ein formann, ið skal vera løgfrøðingur. Limirnir verða valdir av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn, tó so at nevndarlimur verður sitandi, til nýggjur er valdur. Stk. 4. Samstundis verða vald varafólk, sum taka sæti í nevndini, tá limi berst frá. Stk. 5. Nevndarlimir og varalimir fáa samsýning, sum landsstýrismaðurin ásetur.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021, og er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella…
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021, og er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella ættleidd eftir, at løgtingslógin er komin í gildi. Í Tinganesi, 12. desember 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 35/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.