Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. desember 2021 Nr. 170

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)

(Veiðiloyvi, brúksskylda, leingja gildistíðina á rættindum, flyta ófiskaðar kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir frá 2021 til 2022 og eigaraviðurskifti í føroyskum deksbátum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við…

Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 13. mai 2020, løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 186 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 70 frá 5. mai 2021 og løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, nr. 5 verður orðað soleiðis: “5) Veiðiloyvi: Tann rættur, ið landsstýrismaðurin veitir eigara av ávísum fiskifari undir føroyskum flaggi at reka vinnuligan fiskiskap við fiskifarinum.” 2. Í § 2 verður sum nr. 22 sett: “22) Veiðirættindi: Felagsheiti fyri øll sløg av rættindum at veiða sambært løgtingslógini.” 3. Í § 5, stk. 1 verður “Veiðiloyvi verður latið eigara av fiskifari til ávíst fiskifar. Treyt fyri at fáa veiðiloyvi er,” broytt til: “Veiðiloyvið er treytað av:”. 4. § 5, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis: “1) at eigarin hevur ræðið á veiðirættindum sambært løgtingslógini, og at hesi veiðirættindi eru knýtt at fiskifarinum,”. 5. § 5, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Um treytirnar í stk. 1, nr. 1 og nr. 3-5 ikki eru loknar, fellur veiðiloyvið burtur. Landsstýrismaðurin kann tó loyva, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist og kann áseta nærri treytir fyri virkseminum í tíðarskeiðinum.” 6. Í § 7, stk. 1 og 2 verður “1. januar 2033” broytt til: “1. januar 2034”. 7. § 10, stk. 4, 2. pkt. verður strikað. 8. Í § 11, stk. 5 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Harumframt kann landsstýrismaðurin, fyri fiskifar millum 5 og 20 tons, sum er smíðað í Føroyum í 1930 ella áðrenn, og sum verður mett at hava serligan mentanarsøguligan týdning fyri Føroyar, geva undantak frá treytini í § 11, stk. 1 um, at eigarin skal vera persónur ella felag.” 9. § 14 a verður strikað. 10. §§ 15 a, 15 b, 15 c og 15 d verða strikaðar. 11. Í § 18, stk. 1, nr. 5 verður “§ 22, stk. 4” broytt til: “§ 22, stk. 3”. 12. § 21, stk. 3 verður strikað. 13. § 22, stk. 3 verður strikað. Stk. 4 verður eftir hetta stk. 3. 14. § 28, stk. 1-3 verða orðað soleiðis: “Veiðiloyvi kann við loyvi frá landsstýrismanninum verða flutt á annað fiskifar við veiðiloyvi ella á fiskifar við ongum veiðiloyvi. Tá veiðiloyvið verður flutt, verða samstundis flutt øll veiðirættindi, fiskifarið hevur rætt til. Stk. 2. Tá veiðiloyvið hjá fiskifari, sum hevur fiskidagar í bólki sambært § 18, stk. 1, nr. 1-4, verður flutt, skal fiskiorkan ikki økjast. Somuleiðis er treyt, at fiskifarið, sum veiðiloyvið verður flutt á, er innan fyri tey mørk fyri stødd ella framtøkumegi, ið galda fyri bólkin. Stk. 3. Tá veiðiloyvið hjá fiskifari, ið hevur veiðirættindi sambært § 22, undantikin fiskiskapur, sum er skipaður við mest loyvdu veiðu og egnum árskvotum, verður flutt, skal fiskiorkan ikki økjast.” 15. § 30, stk. 1, 2. pkt. verður strikað. 16. § 30, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um fiskiorku og mannagongd fyri avhending av fiskidøgum.” 17. Í § 32, stk. 1, 2 og 4, § 33, § 42 og § 50, stk. 4 verður “sambært § 18, stk. 1, nr. 6” broytt til: “sambært § 18, stk. 1, nr. 5”. 18. § 34, stk. 4, 4. pkt. verður strikað. 19. § 34, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Hóast ásetingina í stk. 4 kann landsstýrismaðurin loyva, at meira enn 10% av egnari árskvotu hjá ávísum fiskifari og felags árskvotur av makreli, norðhavssild ella svartkjafti í 2021 kann flytast til at verða fiskað í 2022.” 20. § 49, stk. 4, 3. pkt. verður orðað soleiðis: “Er tilsøgn givin til veiðu eftir ávísum fiskaslagi sambært stk. 2, kann landsstýrismaðurin í tilsagnartíðarskeiðnum, ella um tilsøgn er givin sambært stk. 1 í fyrsta lagi 1. januar 2023, eftir umsókn taka avgerð um at leggja kvoturnar um til egnar árskvotur, um mett verður, at grundarlag er fyri framhaldandi og burðardyggum fiskiskapi, og treytirnar í loyvinum annars hava verið loknar, og loyvishavarin lýkur vanligu treytirnar ásettar í §§ 11-13.” 21. Aftan á § 49, men áðrenn yvirskriftina yvir § 50, verður sett: “§ 49 a. Landsstýrismaðurin kann loyva, at óbrúktar nøgdir av makreli, norðhavssild og svartkjafti, latnar til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 49, stk. 1 og 2 í 2021, íroknað nøgdir fluttar frá 2020, kunnu verða fluttar til at verða fiskaðar í 2022. Stk. 2. Flutt kvota sambært hesi grein verður ikki roknað sum partur av føroysku kvotuni tað árið, ið kvotan er flutt til.” 22. Í § 64, stk. 1, nr. 1 verður “§ 5, stk. 2,” strikað. 23. Í § 64, stk. 1, nr. 1 verður aftan á § 21, stk. 1 “og 3” strikað. 24. Í § 64, stk. 2 verður “§ 22, stk. 1, 2 og 4” broytt til: “§ 22, stk. 1-3”. 25. § 73, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. § 30, stk. 2, § 31, stk. 2 og § 36 koma í gildi 1. januar 2023.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 21. desember 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 30/2021

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙