Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. apríl 2004 Nr. 17

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 107 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 19, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Yrkisútbúgvingarráðið ger viðtøkur, sum landsstýrismaðurin góðkennir. Viðtøkurnar skulu greitt lýsa fyriskipanarligu og fyrisitingarligu viðurskiftini hjá ráðsskipanini eftir kapitli 5, viðtøkuføri, atkvøðugreiðslur og mannagongdir fyri ráðsarbeiðinum”. 2. Í § 19 verður sett sum stk. 3: “Stk. 3. Til at fyrisita skipanina eftir kapitli 5 setur landsstýrismaðurin, eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, ein fyrisitingarleiðara, sum eisini er skrivari hjá ráðnum. Harumframt setur landsstýrismaðurin ein yrkisnevndarskrivara eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum. Landsstýrismaðurin kann seta onnur starvsfólk at fyrisita skipanina”. 3. § 20, stk. 4, nr. 1 verður orðað soleiðis: “Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna velja 1 lim í felag”. 4. § 20, stk. 7 verður strikað.

§ 2 Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 20. apríl 2004 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 48/2004

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙