Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. mars 2020 Nr. 17

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

(Øll egin uppspard pensjón telja við sum inntøka, útsett pensjón við deyða o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 13. desember 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 20, stk. 3 verður “tvungnari” strikað. 2. Í § 27, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Hevur pensjónistur útsett pensjón sambært § 9 a, heldur rætturin til veitingar sambært hesi løgtingslóg tó uppat dagin eftir, at pensjónisturin doyr.” 3. Í § 39, stk. 1 verður “Kærunevndina í Almannamálum” broytt til: “Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2020. Í Tinganesi, 10. mars 2020 Barður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 54/2019

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙