Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. mai 2008 Nr. 17

Løgtingslóg um Vinnukærunevnd

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Vinnukærunevndin er kærunevnd fyri fyrisitingarligar avgerðir í tann mun, hetta er ásett í lóg…

Vinnukærunevndin er kærunevnd fyri fyrisitingarligar avgerðir í tann mun, hetta er ásett í lóg ella sambært lóg. Stk. 2. Kærunevndin er í sínum virksemi óheft av tænastuboðum viðvíkjandi viðgerð og avgerð av einstøku kærumálunum. Stk. 3. Avgerðir hjá kærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

§ 2 Kærunevndin er mannað við einum formanni, einum næstformanni og fleiri serkønum limum

Kærunevndin er mannað við einum formanni, einum næstformanni og fleiri serkønum limum. Stk. 2. Formaðurin, næstformaðurin og serkønu limirnir í nevndini verða tilnevndir av landsstýrismanninum fyri fýra ár. Formaðurin og næstformaðurin skulu vera løgfrøðingar. Serkønu limirnir í nevndini verða valdir millum persónar, ið eru serkønir á teimum økjum, har Vinnukærunevndin hevur fingið heimild at taka avgerðir. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur samsýningina til formannin og næstformannin og serkønu limirnar í nevndini.

§ 3 Tá avgerðir verða tiknar í einstøku kærumálunum, eru formaðurin ella næstformaðurin og tveir…

Tá avgerðir verða tiknar í einstøku kærumálunum, eru formaðurin ella næstformaðurin og tveir limir við serkunnleika á økinum við. Í serligum førum eru fýra limir við serkunnleika á økinum. Serkønu limirnir verða tilnevndir av formanninum sambært serligum reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.

§ 4 Kærur um avgerðir, ið verða tiknar sambært § 1, stk. 1, skulu leggjast fyri Vinnukærunevndina

Kærur um avgerðir, ið verða tiknar sambært § 1, stk. 1, skulu leggjast fyri Vinnukærunevndina. Stk. 2. Kærufreistin til kærunevndina er 4 vikur, um ikki annað er ásett í aðrari lóg. Stk. 3. Kæruviðgerðin er skrivlig. Eru serligar umstøður galdandi, kann kærari biðja um fund við nevndina fyri at leggja sína áskoðan fram munnliga. Formaðurin tekur avgerð, um ein áheitan eftir 2. pkt. skal gangast á møti.

§ 5 Kærunevndin kann loyva triðjamanni ella almennum myndugleika, ið hevur rættarligan áhuga í…

Kærunevndin kann loyva triðjamanni ella almennum myndugleika, ið hevur rættarligan áhuga í kæruavgerðini, at gerast partur í kærumálinum og harvið stuðla kæraranum ella tí myndugleika, ið kært verður um.

§ 6 Ein kæra fær ikki steðgandi virknað uttan so, at hetta er ásett í aðrari lóggávu. Um serligar…

Ein kæra fær ikki steðgandi virknað uttan so, at hetta er ásett í aðrari lóggávu. Um serligar umstøður tala fyri tí, kann kærunevndin tó áseta, at ein kæra fær steðgandi virknað.

§ 7 Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri virksemi kærunevndarinnar, heruppií reglur um…

Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri virksemi kærunevndarinnar, heruppií reglur um málsviðgerð og reglur um, at kærarin skal rinda gjald fyri kæruviðgerð. Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at nevndin fær neyðuga skrivstovuhjálp, og kann avgera, at skrivstovuarbeiðið skal liggja hjá einum almennum kærustovni. Stk. 3. Í kærumálum eftir løgtingslóg um sjúkur hjá djórum og eftir løgtingslóg um matvørur, sum formaðurin metir hava bráðskund, kann formaðurin taka avgerð saman við einum við serkunnleika á økinum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hetta.

§ 8 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 858 frá 23. desember 1987 “om Industriministeriets Erhvervsankenævn” Tórshavn, 8. mai 2008 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjørt Samuelsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
industriministeriets Erhvervsankenævn · innanhýsis
Áður galdandi · 23. december 1987

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙