Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. desember 2011 Nr. 169

Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

(Egingjald fyri hoyritól v.m.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við…

Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 26. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 18 b verða stk. 3 og stk. 8 strikað. Stk. 4-7 verða hereftir stk. 3-6. 2) § 18 c verður orðað soleiðis: “§ 18 c. Persónar, eldri enn 18 ár, sum lúka treytirnar í § 18 b, stk. 1 og hava læknaliga staðfestan tørv á hoyritólsviðgerð sbrt. stk. 3, rinda 2.000 kr. fyri hvørt hoyritól frá tí almenna. Stk. 2. Persónar, sum hava rætt til hoyritólsviðgerð sbrt. stk. 1, kunnu ístaðin velja at fáa ískoyti til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara. Ískoytið kann ongantíð vera meira enn kostnaðurin og kann í mesta lagi vera 4.000 krónur fyri hvørt hoyritólið. Stk. 3. Fyri at persónur skal hava rætt til hoyritól eftir stk. 1 ella ískoyti eftir stk. 2, skal hoyrnin á betra oyranum ikki vera betri enn 30dB, mált sum miðalvirðið fyri frekvensirnar 1000, 2000 og 4000 Hz. Stk. 4. Persónar, sum áður hava fingið hoyritól sbrt. stk. 1 ella ískoyti sbrt. stk. 2, hava rætt til at fáa nýtt hoyritól, tá 4 ár eru umliðin. Stk. 5. Um heilt serlig atlit tala fyri tí, kann, vísandi til § 18 b, stk. 1, eftir ítøkiligari læknaligari meting, víkjast frá avmarkingunum í stk. 3. og stk. 4. Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur fyri játtan av hoyritóli/ískoyti sbrt. stk. 1-5. Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð javna gjaldið sambært stk. 1 og ískoytið sbrt. stk. 2.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 23. desember 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 94/2011

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙