Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. desember 2001 Nr. 169

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

(Skattalógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

§ 1 1) § 5, stk. 5 verður strikað

1) § 5, stk. 5 verður strikað. 2) § 25, nr. 3 verður orðað soleiðis: “3) renta ella vinningur av lánsbrøvum, partabrøvum og øðrum virðisbrøvum, av útistandandi fíggjarkrøvum og av útlæntum peningi, tó ikki vinningsbýti og rentuinntøkur, sum eru fevndar av lóg um skatt av kapitalvinningi.” 3) Í § 29, nr. 3 verður “og 5” strikað. 4) § 29, nr. 15 verður strikað. 5) § 30 verður strikað. 6) § 33, nr. 5, litra b, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Lækkingarupphæddin verður minkað við tí inntøkuparti skuldarans, sum stendst av frígivnu skuldini, og sum er skattskyldugur eftir lóg um skatt av kapitalvinningi.” 7) § 38, 2. pkt. verður strikað. 8) Í § 120, stk. 4, 3. pkt. verður “§ 4 a, stk. 2 og 3 í løgtingslóg um skatt av vinningi í sambandi við sølu av virðisbrøvum.” strikað. Í staðin verður sett “§ 29 í lóg um skatt av kapitalvinningi.” 9) Í § 120, stk. 5, 2. pkt. verður “§ 4 a, stk. 2-3 í virðisbrævaskattalógini.” strikað. Í staðin verður sett “§ 29 í lóg um skatt av kapitalvinningi.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 16.…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 16. november 2001. Tórshavn, 21. desember 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙