Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2017 Nr. 169

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

(Skattalætti til fyritíðarpensjónistar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 122 frá 21. august 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 29, nr. 13, litra a verður orðað soleiðis: “a) Grundupphædd av fólkapensjón eftir § 2, stk. 1, nr. 1, grundupphædd av fyritíðarpensjón eftir § 2, stk. 1, nr. 2-4, avlamisviðbót eftir § 2, stk. 3, eyka viðbót eftir § 2, stk. 4, avlamisveiting eftir § 8 a, barnaviðbót eftir § 10, hjálparviðbót og røktarviðbót eftir § 11, persónlig viðbót eftir § 12 og aldursviðbót eftir § 45 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018. Í Tinganesi, 20. desember 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 26/2017

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙