Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. desember 2020 Nr. 169
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
(Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 2020, verður aftan á § 19, men áðrenn yvirskriftina yvir § 20, sett: “§ 19 a. Hjá persóni, sum móttekur fyritíðarpensjón, og samstundis móttekur lestrarstuðul sambært lógini um lestrarstuðul § 6, stk. 2, nr. 1, nr. 3, nr. 6, nr. 7 og nr. 9, verður lestrarstuðulin drigin frá grundupphæddini. Stk. 2. Er lestrarstuðulin hægri enn grundupphæddin, verður upphæddin, sum er hægri enn grundupphæddin drigin frá í avlamisviðbótini. Fyri lægstu fyritíðarpensjonistar verður drigið frá í eyka viðbótini.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjald av…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2021. Í Tinganesi, 12. desember 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 33/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.