Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. desember 2011 Nr. 168

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verða hesar broytingar gjørdar

Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd verða hesar broytingar gjørdar: 1) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 2. Persónar, sum eru fevndir av § 1, stk. 1 og 2, fáa í 2013 útflýggjað eitt heilsutrygdarprógv. Prógvið kann nýtast sum skjalprógv viðvíkjandi rættinum til veitingar sambært lógini.” 2) § 18, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár yvir 500 kr., er tilskotið: 1) 40 % av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 500 kr. og upp til 1.000 kr., 2) 60 % av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 1.000 kr. og upp til 2.000 kr., 3) 75 % av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 2.000 kr. og upp til 4.000 kr. 4) 100 % av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 4.000 kr. 5) Tó 100 % av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 2.380 kr. fyri børn, sum ikki eru fylt 18 ár, og persónar, sum eru fyltir 67 ár.” 3) Yvirskriftin yvir § 24 verður orðað soleiðis: “Gjald”. 4) Í § 24, stk. 1 verður “245 kr.” broytt til: “265 kr.” 5) § 24, stk. 4 verður strikað. 6) Í § 30, stk. 5 verður “2011” broytt til: “2012”.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012. Stk. 2. § 1, nr. 6 kemur tó í gildi 30. desember 2011. Tórshavn, 23. desember 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 93/2011

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙