Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2009 Nr. 168

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 58 frá 7. juni 2007 um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði, sum…

Í løgtingslóg nr. 58 frá 7. juni 2007 um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði, sum broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Stuðul verður veittur fyri meirvirðisgjald av arbeiðsløn við einari upphædd pr. matr. nr.” 2) Í § 1 verður aftaná stk. 2 sum nýggj stk. sett: “Stk. 3. Hægsta stuðulsupphæddin er fram til 30. juni 2010 kr. 150.000, hereftir lækkar hægsta stuðulsupphæddin soleiðis, at hon er: 1) kr. 100.000 frá 1. juli 2010 til og við 30. juni 2011, 2) kr. 50.000 frá 1. juli 2011 til og við 31. desember 2011 og 3) kr. 0 frá 1. januar 2012. Stk. 4. Eftirverandi stuðulsupphæddin er lægra talið av hesum: 1) hægsta stuðulsupphæddin í tíðarskeiðnum ávikavist 2) kr. 150.000 minus stuðul, sum áður er rindaður eftir hesi løgtingslóg.” Stk. 3 verður hereftir stk. 5. 3) § 1a, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Stuðul verður veittur fyri meirvirðisgjald av arbeiðsløn við einari upphædd pr. lutin í felagnum.” 4) Í § 1a verður aftaná stk. 2 sum nýggj stk. sett: “Stk. 3. Hægsta stuðulsupphæddin er fram til 30. juni 2010 kr. 150.000, hereftir lækkar hægsta stuðulsupphæddin soleiðis, at hon er: 1) kr. 100.000 frá 1. juli 2010 til og við 30. juni 2011, 2) kr. 50.000 frá 1. juli 2011 til og við 31. desember 2011 og 3) kr. 0 frá 1. januar 2012. Stk. 4. Eftirverandi stuðulsupphæddin er lægra talið av hesum: 1) hægsta stuðulsupphæddin í tíðarskeiðnum ávikavist 2) kr. 150.000 minus stuðul, sum áður er rindaður eftir hesi løgtingslóg.” Stk. 3 verður hereftir stk. 5. 5) Í § 1a, stk. 3, sum verður stk. 5, verður “§ 1, stk. 3” broytt til: “§ 1, stk. 5”. 6) Í § 2, stk. 3 verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”. 7) Í § 4, stk. 1 verður “kommunalu skattakærunevndina” broytt til: “Skatta- og Avgjaldskærunevndina”. 8) Í § 4 verður stk. 2 strikað. Stk. 3 verður hereftir stk. 2. 9) Í § 4, stk. 3, sum verður stk. 2, verður “stk. 1 og 2” broytt til: “stk. 1”. 10) Í § 6 verður stk. 1 orðað soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hon fer úr gildi 1. januar 2012.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 22 desember 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 30/2009

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙