Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. desember 2020 Nr. 168
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
(Heimild at leggja tilmæli fyri tvingsilsnevnd um tryggjaðar búfyrskipanir til persón, ið er dømdur sambært § 74 a í revsilógini og heimild til tvingsilsnevndina at áseta gildistíð fyri tryggjaðar búfyriskipanir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 51, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis: “1) Almannaverkið sambært dómi ella rættarúrskurði skal veita bústað sambært § 49, stk. 1, nr. 1-3 og § 49, stk. 2,” 2. Í § 51 verður aftan á stk. 2 sum nýggj stk. sett: “Stk. 3. Gildistíðin fyri tryggjaða búfyriskipan kann í mesta lagi verða 6 mánaðir hvørja ferð. Stk. 4. Hóast gildistíðina í stk. 3 skulu myndugleikin og leiðslan støðugt meta um ítøkiliga tørvin á inntrivinum, ið góðkenningin er grundað á, og tillaga ella steðga inntrivinum, um inntrivið ikki longur er neyðugt. Stk. 5. Er gildistíð ásett í dómi ella rættarúrskurði, er henda galdandi hóast ásetingina í stk. 3. Stk. 6. Gildistíðin fyri tryggjaða búfyriskipan til ung, ið eru dømd sambært § 74 a í revsilógini, skal samanlagt ikki vara longur enn 12 mánaðir. Er talan um uppihald á tryggjaðari búfyriskipan saman við uppihaldi á vardum bústaði, er gildistíðin í mesta lagi 18 mánaðir samanlagt.” Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 7 og 8. 3. Í § 51, stk. 4, sum verður stk. 8, verður “gildistíð,” strikað. 4. § 52 verður orðað soleiðis: “§ 52. Skal persónur setast á fyribils ella vardan bústað í Føroyum ella í øðrum parti av ríkinum sambært § 49, stk. 1, nr. 1-3 ella § 49, stk. 2, og setir persónur seg ímóti hesum, veitir løgreglan eftir áheitan frá Almannaverkinum hjálp at flyta persónin á bústaðin.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021. Í Tinganesi, 12. desember 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 50/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.