Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. desember 2020 Nr. 167

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

(Broyting í heitinum, innsetan av veitingum og tekniskar broytingar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum…

Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 145 frá 13. desember 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um áseting av almannaveitingum” 2. § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Henda lóg um áseting av almannaveitingum er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 og 7 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 “om sociale ydelser på Færøerne”.” 3. § 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Almannaveitingar sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjonistar v.fl., løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk verða árliga javnaðar sambært løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.” 4. Í § 3 verða sum nr. 4 og 5 sett: “4) Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur: Byrjanarár Kr. Hægsta uppihaldsveiting 2021 18.552 (mánaðarliga) 5) Løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk: Byrjanarár Kr. Hægsta uppihaldsveiting 2021 18.552 (mánaðarliga) ” 5. Í § 4, stk. 1-4 verður “forsorgarlógini” broytt til: “løgtingslóg um almannatrygd og tænastur”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjald av…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2021. Í Tinganesi, 12. desember 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 49/2020

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙