Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. desember 2015 Nr. 166

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)

(Broyting av reglum um gjald, kostískoyti og merkivørur o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg…

Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 23. desember 2011, løgtingslóg nr. 44 frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 129 frá 14. desember 2012, løgtingslóg nr. 52 frá 14. mai 2013, løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015 og løgtingslóg nr. 67 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 16 verður orðað soleiðis: “§ 16. Í ávísum førum kann Tilskotsnevndin, eftir umsókn frá lækna, gera av, um tilskot kann veitast einum ávísum sjúklingi til keyp av heilivági, útgerð í sambandi við heilivág, kostískoyti o.a., sum ikki er lýst at vera heimilað tilskot sambært § 13.” 2. Yvirskriftin yvir § 17 verður strikað. 3. § 17 verður strikað. 4. Í § 24, stk. 1 verður “170 kr.” broytt til: “175 kr.” og “0,55%” broytt til: “0,60%”.

§ 2 Í løgtingslóg nr. 67 frá 22. mai 2015 um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd verða § 1,…

Í løgtingslóg nr. 67 frá 22. mai 2015 um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd verða § 1, nr. 3 og § 2, stk. 2 strikað.

§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Í Tinganesi, 24. desember 2015 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 49/2015

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙