Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2009 Nr. 165

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 9 frá 30. mars 2004, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 4, 2. pkt. verður orðað soleiðis: ”Hesin rættur dettur burtur frá tí 1. í mánaðinum eftir, at viðkomandi hevur fingið tillutað fólkapensjón ella er fyltur 70 ár.” 2) § 12, stk. 2, 2. pkt. verður strikað. 3) Í § 25, stk. 1 verður ”Kærunevndina í almannamálum” broytt til: ”Kærunevndina í almanna- og heilsumálum”.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010. Stk. 2. Fólkapensjónistur, ið er sjúkur og sum fær sjúkradagpening, tá lógin kemur í gildi, verður ikki ávirkaður av broytingini í § 1, nr. 1, fyrr enn játtaða dagpeningatíðarskeiðið er úti. Tórshavn, 22. desember 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 24/2009

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙