Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2005 Nr. 165

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 9. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Pensjón, undantikið pensjón sambært § 7, nr. 3, kann ikki tillutast persónum undir 60 ár, um møguleikar eru fyri at seta í verk fyriskipanir, ið meira enn fyribils betra arbeiðsevnini, ella um møguleiki er fyri at útvega eitt eftir viðurskiftunum hjá viðkomandi hóskandi arbeiði.” 2) § 20, stk. 6 verður strikað. 3) § 21 verður orðað soleiðis: “§ 21. Pensjónir verða ásettar hvønn 1. januar við gildi fyri eitt álmanakkaár eftir inntøkugrundarlagnum sambært § 20. Stk. 2. Pensjón verður umroknað í árinum, 1) um inntøka broytist, og ein útrokning av pensjónini, grundað á væntaða ársinntøku, hevur við sær, at pensjónsupphæddin broytist, ella 2) um broytingar henda í teim persónligu viðurskiftunum, harímillum hjúnabandsstøðu, uppihaldarastøðu ella øðrum viðurskiftum, ið hava týdning fyri støddina av pensjónini. Stk. 3. Pensjón verður umroknað, tá Almannastovan hevur fingið fráboðan um broytt viðurskifti frá pensjónistinum. Pensjón verður umroknað frá 1. í mánaðinum eftir, at broytingin er staðfest. Stk. 4. Pensjón, umroknað sambært stk. 2, nr. 1, verður fyrsta árið umroknað eftir inntøku áðrenn og væntaðari inntøku aftan á broytingina. Annars verður pensjónin roknað eftir væntaðari ársinntøku til samsvar er ímillum væntaða inntøku og inntøku, uppgjørda eftir reglunum í § 20. Stk. 5. Fyritreytin fyri at útrokna pensjónina eftir væntaðari inntøku er, at broytingin framgongur av kontoavritinum av fyribilsskránni hjá Toll & Skattstovu Føroya.” 4) Aftan á § 21 verður sett: “§ 21 a. Pensjón, umroknað vegna inntøkubroytingar sambært § 21, stk. 2-5, verður eftirroknað eftir skattskyldugu inntøkuni o.a. sambært § 20, tá inntøkan viðkomandi álmanakkaár er endaliga uppgjørd av skattamyndugleikunum. Pensjónin verður eftirroknað fyri eitt heilt álmanakkaár. Pensjón, útroknað eftir væntaðari inntøku sambært § 20, stk. 4, verður eftirroknað fyri tíðarskeiðið frá tillutanardegnum og árið út, við atliti til um samsvar hevur verið millum skrásettu væntaðu ársinntøkuna og faktisku inntøkuna, umroknað til ársinntøku, sama tíðarskeið. Stk. 2. Vísir eftirrokningin sambært stk. 1, at ein pensjónistur hevur fingið lægri veiting, enn hann hevði havt fingið, um inntøkan, sum pensjónin varð umroknað eftir, var kend frammanundan, verður avlopsupphæddin útgoldin. Hevur ein pensjónistur fingið hægri veiting, verður ov nógv útgoldna upphæddin kravd aftur. Um mett verður, at afturgjaldskravið ikki kann fremjast, uttan at pensjónisturin kemur at vanta tað, ið hóskandi er til egið uppihald ella uppihaldsskyldu mótvegis øðrum, kann ein afturgjaldskipan gerast. Stk. 3. Fær Almannastovan fráboðan frá pensjónisti um, at inntøka hansara er umlíknað afturvirkandi, og henda inntøkan er lægri enn inntøkan, sum pensjónin viðkomandi ár varð útroknað eftir, skal pensjónisturin hava útgoldnan munin millum útgoldnu pensjónina og pensjón, útroknað eftir umlíknaðu inntøkuni. Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur í kunngerð um um- og eftirrokning av pensjónum sambært § 21 og § 21a, stk. 2-4.” 5) § 22 verður orðað soleiðis: “§ 22. Persónar, sum fáa veiting eftir hesi lóg, skulu boða Almannastovuni frá einihvørjari broyting í viðurskiftum, sum ætlast at hava við sær, at veitingin broytist. Stk. 2. Verður ikki boðað frá inntøkubroytingum, sum ávirka pensjónsupphæddina, fær broytingin ávirkan á pensjónsupphæddina við árligu pensjónsásetanina sambært § 21, stk. 1 annað árið eftir broytingina. Stk. 3. Í serligum førum, tá fíggjarstøðan hjá pensjónisti talar fyri tí, kann Almannastovan gera av, at ein broyting sambært stk. 2 ikki skal ávirka pensjónsupphæddina annað árið eftir broytingina. Í tílíkum førum verður afturgjaldskrav framt sambært § 23, stk. 2, fyri árið, ikki-fráboðaða broytingin hendi.” 6) Í § 23 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Um mett verður, at afturgjaldskrav sambært stk. 1 ikki kann fremjast, uttan at pensjónisturin kemur at vanta tað, ið neyðugt er til egið uppihald ella uppihaldsskyldu mótvegis øðrum, kann ein afturgjaldskipan gerast.” 7) § 25 verður orðað soleiðis: “§ 25. Almannastovan tekur avgerð um tillutan av pensjón. Almannastovan tekur avgerð um afturtøku ella flyting til aðra pensjón fyri persónar, sum fáa pensjón sambært § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2, §§ 8 og 8a, 1) um fyritíðarpensjónistur hevur persónligar inntøkur, sum fara upp um eina upphædd svarandi til dupultu árligu grundupphæddina fyri støk, 2) um arbeiðsførið er týðandi betrað ella versnað, og týðandi broytingar henda í viðurskiftum viðvíkjandi arbeiðsmøguleikum, inntøku o.ø. hjá einum pensjónisti, og 3) um broytingar eru farnar fram í viðurskiftum hjá persóni, sum fær hjálpar- ella røktarviðbót sambært § 11, sum gera, at roknast má við, at hann ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa slíka veiting. Stk. 2. Almannastovan kann avgera, at útgjald av fyritíðarpensjón fyribils verður steðgað, tá fyriskipan eftir forsorgarlógini verður sett í verk, sum hevur til endamáls at menna ella endurmenna arbeiðsevni pensjónistsins. Stk. 3. Almannastovan kann avgera, at eitt mál skal takast upp aftur til kanningar seinni. Stk. 4. Almannastovan kann avgera, at ein pensjón, í sambandi við afturtøku, skal gjaldast aftur yvir í mesta lagi 12 mánaðir. Haraftrat kann Almannastovan, tá umstøðurnar tala fyri tí, avgera, at rætturin til pensjón fyribils, tó hægst í 3 ár, skal vera hvílandi. Stk. 5. Almannastovan kann áleggja umsøkjara at møta og geva frágreiðing. Eisini kann Almannastovan áleggja pensjónisti at møta og geva frágreiðing um móttikna frágreiðing. Stk. 6. Almannastovan kann áleggja umsøkjara at vera við í lýsing av máli, millum annað við at lata seg kanna og viðgera av lækna, ella innleggja til kanningar og viðgerð. Stk. 7. Almannastovan kann avgera, at mál dettur burtur ella pensjón verður afturtikin, um persónur ikki vil vera við í neyðugum kanningum, uppvenjing ella øðrum fyriskipanum, sum ætlast at hava við sær munandi betran av arbeiðsføri. Stk. 8. Almannastovan hevur heimild at lata ein ella fleiri sakkøn útinna eftirlit við atliti til arbeiðsføri, ella at kalla pensjónist inn til samrøðu. Stk. 9. Darvar pensjónistur kanningum hjá Almannastovuni, og verður mett sannlíkt, at nýggj avgerð í málinum fer at hava við sær afturtøku av pensjónini, kann Almannastovan avgera at steðga útgjaldingini. Henda avgerð skal takast skjótast til ber. Stk. 10. Útreiðslur til eftirlit verða goldnar av Almannastovuni. Stk. 11. Viðkomandi pensjónistur kann reisa mál eftir stk. 1. Stk. 12. Almannastovan sendir árliga landsstýrismanninum og Kærunevndini í almannamálum frágreiðing um virksemi sítt eftir hesi grein. 8) § 30, stk. 5 verður strikað. Stk. 6 og 7 verða hereftir stk. 5 og 6. Í nýggja stk. 5 verður “tilráðingini” broytt til: “viðgerðini”. 9) Í § 31, stk. 1 verður “og Vanlukkutryggingarráðið kunnu” broytt til: “kann”. 10) § 32 verður orðað soleiðis: “§ 32. Pensjón verður veitt frá 1. í mánaðinum eftir, at treytirnar eru loknar, tó í fyrsta lagi frá 1. í mánaðinum aftan á dagfestingina fyri móttøku av umsóknini.” 11) Í § 33 verður “Vanlukkutryggingarráðnum” broytt til: “Almannastovuni”. 12) Kapittul 9, Vanlukkutryggingarráðið, verður strikaður. 13) “Kapittul 10” verður broyttur til “Kapittul 9”, og “Kapittul 11” verður broyttur til “Kapittul 10”. 14) § 40 verður strikað.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006. Tórshavn, 22. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 43/2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙