Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2017 Nr. 165
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Upphæddirnar í ferðastudninginum broyttar, og lestrarstuðul í 12 mánaðir til teirra, ið lesa hægri lestur)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76. frá 25.…
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76. frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 154 frá 14. desember 2009, løgtingslóg nr. 135 frá 28. desember 2010, løgtingslóg nr. 174 frá 29. desember 2011, løgtingslóg nr. 49 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 41 frá 7. mai 2015, løgtingslóg nr. 102 frá 3. november 2016, løgtingslóg nr. 53 frá 6. mai 2016 og løgtingslóg nr. 74 frá 29. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 14, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Upphæddirnar fyri tey lesandi og børn teirra eru ásettar í skjali 1.” 2. Í § 17, stk. 1, 3. pkt. verður aftan á “veittur” sett: “teimum, ið lesa hægri lestur,” 3. Skjal 1 verður sett sum skjal 1 til løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018. Í Tinganesi, 20. desember 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 24/2017 Skjal 1 “Skjal 1 Ferðastudningur sambært § 14, stk. 3 Danmark Europa Uttanfyri Europa Lesandi kr.1.500 kr. 3.100 kr. 4.100 Børn: 0 – 1 ár kr. 200 kr. 400 kr. 600 Børn: 2 – 11 ár kr. 900 kr. 1.800 kr. 3.000 Børn: 12 – 16 ár kr. 1.500 kr. 3.100 kr. 4.100 ”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.