Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2005 Nr. 164

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59…

Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 10. mai 2000, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 7, stk. 1 verður “sorinskrivaranum (dómaranum)” broytt til: “Tinglýsingarstovuni.” 2) Í § 7, stk. 2, § 15, stk. 3, § 20, stk. 1 og § 22, stk. 2 verður “Sorinskrivarin” broytt til: “Tinglýsingarstovan”. 3) Í § 9, stk. 4, § 13, stk. 1, § 15, stk. 1, 3 og 4, § 20, stk. 2, 1. pkt., § 20, stk. 3, § 21, stk. 2, 2. pkt., § 22, stk. 1, 2. pkt. og stk. 3, 1. pkt. og § 33, 2. pkt. verður “sorinskrivarin” broytt til: “Tinglýsingarstovan”. 4) Í § 9, stk. 1 verður “sorinskrivaran” broytt til: “Tinglýsingarstovuna”. 5) Í § 9, stk. 2, § 21, stk. 1, § 22, stk. 1, § 23, stk. 2, 2 ferðir í § 33, 1. pkt., § 50c, stk. 7, 1. pkt. og § 54, stk. 2 verður “sorinskrivaranum” broytt til: “Tinglýsingarstovuni”. 6) 2 ferðir í § 10, stk. 4, í § 11, stk. 2, 2 ferðir í § 18, § 21 stk. 2, § 23, stk. 1, 2. pkt., § 34, stk. 2, § 36, 1. pkt. og § 52, stk. 2, verður “sorinskrivarans” broytt til: “Tinglýsingarstovunnar”. 7) Í § 9, stk. 5 verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”. 8) Í § 23, stk. 2, 2. pkt. verður “landsstýrið” broytt til: “landsstýrismaðurin”. 9) § 30 verður orðað soleiðis: “Í teim í §§ 31, 32, 34 og 35 nevndu førum verður endurgjald latið, sum landskassin rindar. Endurgjaldið verður ásett av dómstólunum. Sakarmál verður reist við Føroya Rætt móti Tinglýsingarstovuni vegna tað almenna.” 10) § 50 c, stk. 7, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Avgerð Tinglýsingarstovunnar kann kærast til landsstýrismannin.” 11) Í § 50 c verður sum stk. 8 sett: “Stk. 8. Landsstýrismaðurin verður heimilaður at leggja kærumyndugleikan til annan fyrisitingarligan myndugleika, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.” 12) Í § 50 d, stk. 1 verður “Skrásetingareftirlitið” broytt til: “Dátueftirlitið”. 13) Í § 50 d, stk. 2 verður “Forsetin í Eystara Landsrætti” broytt til: “Landsstýrismaðurin” og “forsetanum” broytt til: “landsstýrismanninum”. 14) Í § 50 d, stk. 3 verður “eftir samráðing við Skrásetingareftirlitið” strikað.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2006

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2006.

§ 3 Skjøl, ið eru tinglisin, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, eru fevnd av higartil galdandi…

Skjøl, ið eru tinglisin, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, eru fevnd av higartil galdandi reglum. Stk. 2. Tinglýsing av átekningum v.m. á skjøl, ið eru tinglisin, áðrenn henda løgtingslóg kemur í gildi, eru tó fevnd av reglunum í § 1. Stk. 3. Skal endurgjald latast eftir teim í §§ 31, 32, 34 og 35 nevndu førum, ber Tinglýsingarstovan ábyrgd av skjølum, sum eru tinglisin eftir, at henda løgtingslóg er komin í gildi, sbr. tó stk. 2. Tórshavn, 22. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 40/2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023 · innanhýsis
Galdandi · 16. august 1962

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙