Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2005 Nr. 163
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 40 frá 27. apríl 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 17, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Barsilsgjald skal rindast eftir stk. 2-4, og §§ 18 og 19. Persónar, sum tekna sjálvbodna trygging, rinda gjald eftir reglum settum sbrt. § 20.” 2) Í § 19, stk. 1 verður “0,25%” broytt til: “0,62%”. 3) § 19, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð broyta tað í stk. 1 nevnda gjald, tó ikki hægri enn 0,62%.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006. Tórshavn, 22. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 39/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.