Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2023 Nr. 163

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

(Skattaumskipan 2024 og 2025, stigvís minking av fiskimannafrádráttinum, samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt.…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109 frá 19. september 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 33, nr. 12 verða 3. og 4. pkt. orðað soleiðis: “Frádrátturin, sum verður veittur sum ein samdøgursfrádráttur, kann tilsamans ongantíð verða størri enn skattskylduga uttanlandsinntøkan. Frádrátturin er í a) 2024: kr. 240. b) 2025: kr. 180. c) 2026 og frameftir: kr. 120.” 2. § 33, nr. 13 verður orðað soleiðis: “13) 30% av skattskyldugari inntøku, sum er fevnd av § 25 b, stk. 1, tó í mesta lagi: a) Fyri 2024: kr. 96.000. b) Fyri 2025: kr. 72.000. c) Fyri 2026 og árini fram: kr. 48.000.” 3. § 33, nr. 17 verður orðað soleiðis: “17) 14% av veiðiinntøkuni upp til: a) Kr. 400.000 fyri 2024. b) Kr. 300.000 fyri 2025 og fylgjandi ár.” 4. § 154 b verður strikað.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024. Í Tinganesi, 20. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 37/2023

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙