Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

21. desember 2018 Nr. 162

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi

(Leingjan av fiskidagaskipan fyri 2019)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við…

Í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 10, stk. 2 verður “1. januar 2019” broytt til: “1. januar 2020”. 2. Í § 22, § 23, stk. 1, § 24, stk. 1, § 26 og § 27, stk. 1 verður “1. januar 2019” broytt til: “1. januar 2020”. 3. Í § 23, stk. 5 verður “2018” broytt til: “2019”. 4. Í § 23, stk. 6 verður “við árslok 2018” broytt til: “í 2019”. 5. Í § 27, stk. 2-5 og í § 29, stk. 1 verður “við árslok 2018” broytt til: “í 2019”. 6. Í § 41, stk. 1 og stk. 3 verður “1. januar 2019” broytt til: “1. januar 2020”. 7. Í § 41, stk. 2 verður aftan á “2018” sett: “og 2019”. 8. Heitið á kapitli 16 verður orðað soleiðis: “Fiskidagaskipan í føroyskum sjógvi í 2019” 9. Í § 73, stk. 1 verður “1. januar 2018 til 31. desember 2018” broytt til: “1. januar 2019 til 31. desember 2019”. 10. Í § 73, stk. 2 verður “1. september til 31. desember 2017” broytt til: “1. januar 2018 til 31. desember 2018”. 11. § 74, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av hesum bólkum av fiskiførum verður fiskidagatal ásett soleiðis: 1) Bólkur 2: Trolarar: a) Innara fiskidagaleið: 4.386 fiskidagar. b) Ytra fiskidagaleið: 1.530 fiskidagar. 2) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 2.029 fiskidagar. 3) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 859 fiskidagar. 4) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 1.323 fiskidagar. 5) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 1.178 fiskidagar. 6) Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu: 8.879 fiskidagar.” 12. Í § 74 verður stk. 2 strikað. Stk. 3-12 verður eftir hetta stk. 2-11. 13. § 74, stk. 4, sum verður stk. 3, verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Fiskidagar, tillutaðir bólki 2, 3, 4 A, 4 B og 4 T sambært stk. 1, verða latnir sum egnir fiskidagar í sama lutfalli, sum var í 2018.” 14. § 74, stk. 7, sum verður stk. 6, verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í 2019 fyri bólk 2, sambært stk. 1, tilluta 177 fiskidagar og fyri bólkarnar 3 og 4, sambært stk. 1, tilluta ávikavist 61 og 101 fiskidagar tilsamans at lata fiskiførum, sum avreiða livur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð treytir fyri at fáa lut í hesum fiskidøgum.” 15. § 74, stk. 8, sum verður stk. 7, verður orðað soleiðis: “Stk. 7. Umframt fiskidagar sambært stk. 1 verða fiskidagar fyri tíðarskeiðið frá 1. januar 2019 til 31. desember 2019 ásettir soleiðis: 1) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons: 179 fiskidagar. 2) Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15-40 tons: 76 fiskidagar. 3) Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu: 117 fiskidagar. 4) Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu: 104 fiskidagar.” 16. Í § 74, stk. 9, sum verður stk. 8, verður “1. apríl 2018” broytt til: “1. apríl 2019” og “stk. 8” broytt til: “stk. 7”. 17. Í § 74, stk. 10, sum verður stk. 9 verður “stk. 9” broytt til: “stk. 8”. 18. Í § 74, stk. 11, sum verður stk. 10, verður tríggja staðni “1. september 2016 til 31. august 2017” broytt til: “1. januar 2018 til 31. desember 2018”, og tvær staðni verður “stk. 8” broytt til: “stk. 7”. 19. Í § 79, stk. 1 verður tvær staðni “2018” broytt til: “2019”. 20. Í § 79, stk. 2 verður “1. september 2016 til 31. august 2017” broytt til: “1. januar 2018 til 31. desember 2018”. 21. Í § 79, stk. 3 verður “1. oktober 2018 til 31. desember 2018” broytt til: “1. oktober 2019 til 31. desember 2019”. 22. Í § 80, stk. 1 og stk. 3 verður “2018” broytt til: “2019”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 21. desember 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 82/2018

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
fyrisiting av sjófeingi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 126 frá 5. august 2019 · innanhýsis
Áður galdandi · 18. desember 2017

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙