Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2023 Nr. 162
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti
(Orkuískoyti til húski í 2024, 2025 og 2026)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167…
Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017, løgtingslóg nr. 187 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 65 frá 9. mai 2019, løgtingslóg nr. 18 frá 10. mars 2020, § 10 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, løgtingslóg nr. 136 frá 25. oktober 2022 og løgtingslóg nr. 42 frá 29. mars 2023 verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1 a, stk. 2 verður aftan á “Hjálparískoyti” sett: “og orkuískoyti”. 2. Í § 1 a, stk. 3, tvær staðni í § 8 a, stk. 1, § 8 a, stk. 4, sum verður stk. 5 og § 10 a verður “oljuískoyti ella hjálparískoyti” broytt til: “oljuískoyti, hjálparískoyti ella orkuískoyti”. 3. Aftan á § 2 d verður sett: “§ 2 e. Orkuískoyti sambært § 1 a er 10.000 kr. í 2024 og 5.000 kr. í 2025 og 2026 og kann útgjaldast eina ferð um árið. Stk. 2. Húski, sum í mesta lagi hevur inntøkugrundarlag á 300.000 kr., kann fáa orkuískoyti.” 4. Í § 4 a, stk. 1 og 2 og tvær staðni í stk. 3 verður “oljuískoyti og hjálparískoyti” broytt til: “oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti”. 5. Í § 8 a verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett: “Stk. 4. Freistin at lata Almannaverkinum umsókn um orkuískoyti er 30. juni á hvørjum ári. Seinasta freist at søkja um orkuískoyti er 30. juni 2026.” Stk. 4 og 5 verða eftir hetta stk. 5 og 6. 6. Í § 8 a, stk. 5, sum verður stk. 6, og § 11 a, stk. 1 og 2 verður “Oljuískoyti og hjálparískoyti” broytt til: “Oljuískoyti, hjálparískoyti og orkuískoyti”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2024
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2024. Í Tinganesi, 20. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 43/2023
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.