Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
24. desember 2015 Nr. 162
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu
(Avtøka av loyvisskatti og dagføring av tøkugjaldi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 1 verður “og loyvisskatt” strikað. 2. § 2, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Gjaldið verður ásett soleiðis: 1) Er miðal altjóða marknaðarprísurin kr. 27 fyri kilo ella hægri, er gjaldið 4,5%. 2) Er miðal altjóða marknaðarprísurin kr. 23 fyri kilo ella hægri, men lægri enn kr. 27 fyri kilo, er gjaldið 2,5%. 3) Er miðal altjóða marknaðarprísurin lægri enn kr. 23 fyri kilo, er gjaldið 0,5%.” 3. Yvirskriftin yvir § 3 verður strikað. 4. § 3 verður strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Í Tinganesi, 24. desember 2015 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 32/2015
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.