Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2023 Nr. 160
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
(Skattaumskipan 2024 og 2025, hækking av brennioljugjaldinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt…
Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 18. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Í 2024 verður eitt gjald upp á 0,80 kr. pr. ltr. lagt á søluna av gassolju, viskositet við 38 stig C undir 200 sec. Redwood I, til brúkaran. Vøran er nevnd í skjali 1, Toll- og vøruskráin, í løgtingslóg um toll undir vørunumrum 27101947 og 27101948 fýringsolja, 27101943 og 27101946 autodieselolja. Í 2025 og árini frameftir er gjaldið 1,00 kr. pr. ltr. Í 2024 verður somuleiðis eitt gjald upp á 0,90 kr. pr. ltr. lagt á søluna til brúkaran av brenniolju, fuelolju. Vøran er nevnd í skjali 1, Toll- og vøruskráin, í løgtingslóg um toll undir vørunumrum 27101964 og 27101968 brenniolja. Í 2025 og árini frameftir er gjaldið 1,15 kr. pr. ltr.” 2. § 2, stk. 4 verður strikað, og í stk. 5, sum verður stk. 4, verður “, hvørji virki koma undir stk. 4 og um” strikað. Stk. 5 verður eftir hetta stk. 4.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024. Í Tinganesi, 20. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 39/2023
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.