Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. januar 1994 Nr. 16

Løgtingslóg um forboð móti handli v.m. við Irak, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021

§ 1 Danskir ríkisborgarar, búsitandi í Føroyum, ella skip og flogfør, skrásett í Føroyum, ella sum…

Danskir ríkisborgarar, búsitandi í Føroyum, ella skip og flogfør, skrásett í Føroyum, ella sum danskir ríkisborgarar ella feløg eiga ella hava leigað, kunnu ikki í Føroyum ella uttanfyri Føroyar innan virksemi ella gerðir, ið hava til endamáls at fremja tílíkt virksemi, sum nevnt undir nr. 1-3: 1) Innflutningur til Føroya av vørum við uppruna í Irak. 2) Útflutningur ella umskiping av vørum úr Irak, semja um rættargerðir viðvíkjandi slíkum vørum og flutningur av teimum. 3) Søla og flutningur ella onnur veiting til Irak til persónar ella virkir í Irak, ella virkir, ið verða rikin úr Irak við vørum uttan mun til upprunaland. Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 fevnir ikki um veitingar einans til læknafrøðiliga nýtslu og ikki um mat.

§ 2 Til útflutning úr Føroyum av vørum, ið koma undir § 1, stk. 2, krevst útflutningsloyvi frá…

Til útflutning úr Føroyum av vørum, ið koma undir § 1, stk. 2, krevst útflutningsloyvi frá landsstýrinum.

§ 3 Ásetingarnar í § 1 eru ikki galdandi fyri vørur við uppruna uttan fyri Irak, ið verða fluttar…

Ásetingarnar í § 1 eru ikki galdandi fyri vørur við uppruna uttan fyri Irak, ið verða fluttar gjøgnum Irak ella bráðfeingis eru í Irak bert fyri at verða sendar víðari í samsvari við tey stevnumið, sum góðkenningarnevndin hjá Trygdarráð Sameindu Tjóða ásetur.

§ 4 Endurgjaldskrøv frá myndugleikum í Irak, frá løgfrøðiligum og likamligum persónum í Irak ella…

Endurgjaldskrøv frá myndugleikum í Irak, frá løgfrøðiligum og likamligum persónum í Irak ella krøv teirra vegna í sambandi við sáttmálar ella onnur tiltøk, hvørs fremjing ásetingarnar í hesi lóg hava forðað, kunnu ikki setast.

§ 5 1) Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið gera brot á § 1, verða revsaðir eftir § 110 c,…

1) Persónar, heruppií nevndarlimir í virkjum, ið gera brot á § 1, verða revsaðir eftir § 110 c, stk. 2 í borgarligu revsilógini, við bót ella undir herðandi umstøðum við fongsli í upp til 4 ár. Stk. 2. Er brotið á § 1, framt av einum partafelag, lutafelag, smápartafelag ella líknandi, kann verða álagt felagnum sum slíkum bót.

§ 6 Hald skal leggjast á vinning frá gerðum, ið eru revsiverdar sambært § 1. § 75, stk. 1, 2. pkt., §…

Hald skal leggjast á vinning frá gerðum, ið eru revsiverdar sambært § 1. § 75, stk. 1, 2. pkt., § 76, stk. 1 og stk. 3-5 og § 77, stk. 1 og 3, eru eisini galdandi viðvíkjandi inndrátti eftir hesi ásting.

§ 7 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í ymsum lógum vegna avtøku av heftisrevsing o.a. · innanhýsis
Galdandi · 16. desember 2021

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙