Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2023 Nr. 159

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin)

(Heilivágsstigin verður broyttur)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum…

Í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verður § 18 orðað soleiðis: “§ 18. Støddin á tilskotum er ásett eftir tilskotsprísunum sambært § 21 til heilivág o.a., sum veittur verður sambært §§ 13-16, og sum viðkomandi persónur hevur keypt innan fyri eitt ár frá fyrsta keypi. Eitt nýtt tíðarskeið byrjar, tá viðkomandi persónur aftur keypir tilskotsheimilaðan heilivág, eftir at gamla tíðarskeiðið er farið. Stk. 2. Fyri persónar í aldrinum 18 ár til pensjónsaldur verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár eru undir 967 kr. Stk. 3. Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 967 kr., er tilskotið: 1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 967 kr. og upp til 1.574 kr. 2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 1.574 kr. og upp til 3.148 kr. 3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 3.148 kr. og upp til 6.296 kr. 4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 6.296 kr. Stk. 4. Fyri pensjónistar og fyritíðarpensjónistar verður onki tilskot veitt, um útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár eru undir 967 kr. Stk. 5 Eru útreiðslurnar til heilivág innan fyri eitt ár yvir 967 kr., er tilskotið: 1) 40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er yvir 967 kr. og upp til 1.974 kr. 2) 60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 1.974 kr. og upp til 2.500 kr. 3) 75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er oman fyri 2.500 kr. og upp til 2.800 kr. 4) 100% av tí partinum av útreiðslunum, sum fer upp um 2.800 kr. Stk. 6. Børn og ung, yngri enn 18 ár, gjalda ikki egingjald. Stk. 7. Um ein persónur fyllir 18 ár í tíðarskeiðinum, verður tilskotið roknað eftir stk. 2 og 3 fram til tíðarskeiðið endar. Stk. 8. Um ein persónur verður pensjónistur ella fyritíðarpensjónistur í tíðarskeiðinum, verður tilskotið roknað eftir stk. 4 og 5. Stk. 9. 1. januar á hvørjum ári verða upphæddirnar í stk. 2-5 prístalsviðgjørdar í kunngerð.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024. Í Tinganesi, 20. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 25/2023

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙