Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2013 Nr. 158

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 51 frá 29. desember 1971 um skatt av rentutryggingum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 146 frá 20. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftaná § 1 I verður sett: “§ 1 J. Eftirlønarútgjald við deyða fylgir ásetingunum í forsikringsaftaleloven.” 2. Í § 7 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Útgjald fyri 60 ára aldur viðførir, at rindast skal eitt eykagjald uppá 25% av upphæddini til útgjaldingar fyri ta eftirløn, sum er inngoldin samsvarandi § 11 a. Er talan um avlamni ella deyða fyri 60 ára aldur, verður tó ikki rindað eykagjald til landskassan.” 3. Aftaná § 7 A verður sett: “§ 7 B. Fyri lutaeftirløn, ið er uppspard í tíðarskeiðnum fram til og við 2011, og útgjaldið er lægri enn 4.000 kr., tá útgjaldingartíðarskeiðið er 10 ár, kann avtala gerast um eitt styttri útgjaldingartíðarskeið. Treytin er, at útgjaldið, eftir at útgjaldingartíðarskeiðið er stytt, ikki má vera hægri enn 4.000 kr. um mánaðin í útgjaldingarskeiðinum. A-skattur verður rindaður av útgjaldinum. Stk. 2. Fyri lívrentu, ið er uppspard í tíðarskeiðnum fram til og við 2011, og mánaðarliga útgjaldið er 4.000 kr. ella lægri, kann avtala gerast um at broyta lívrentuna til eina uppathaldandi lívstreytaða veiting. Treytin er, at útgjald á 4.000 kr. um mánaðin er eftir, at lívrentan er broytt til eina uppathaldandi lívstreytaða veiting í útgjaldingartíðarskeiðnum. A-skattur verður rindaður av útgjaldinum. Stk. 3. Lutaeftirløn ella lívrenta, ið er uppspard í tíðarskeiðinum fram til og við 2011, kann umroknast til eitt eingangsútgjald. Treytin er at tryggingin endar og eingangsútgjaldið verður seinasta útgjald av tryggingini. Eingangsútgjaldið má ikki vera størri enn 50.000 kr. Rindað verður 35% í avgjaldi. Stk. 4. Útgjald av lutaeftirløn hjá teimum, ið eru 60 ár og eldri, og har uppspart er í tíðarskeiðnum 2012 og 2013, kann rindast útaftur við 1.500 kr. um mánaðin, um samlaða uppsparda virðið er minni enn 150.000 kr. Stk. 5. Útgjald av lívrentu hjá teimum, ið eru 60 ár og eldri, ið er uppspard í tíðarskeiðinum eftir 1. januar 2012, kann rindast útaftur við 1.500 kr. um mánaðin, um samlaða uppsparda virðið er minni enn 200.000 kr. Stk. 6. Upphæddirnar, sum eru ásettar í hesi grein, verða árliga javnaðar í mun til prístalið 1. juli 2014, sum verður sett til 100. Broytingin í upphæddunum verður útroknað hvønn 1. juli og kunngjørd av landsstýrismanninum sum galdandi fyri komandi álmanakkaár.” 4. Í § 9 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Eftirlønarsamansparing, ið er inngoldin sambært hesi lóg, kann gerast partur av felagsbúnum, sum í sambandi við sundurlesing ella hjúnaskilnað verður býtt og flutt millum eftirlønarsamansparingar og eftirlønarveitarar hjá hjúnafeløgunum, uttan at avgjald verður rindað til landskassan. Tryggjast skal, at tað er greiður skilnaður á eftirlønarkontum har inngoldið er av óskattaðum og skattaðum eftirlønarpeningi. Flyting millum eftirlønarkontur skal gerast samsvarandi hesi grein. Ásetingin fevnir ikki um teknaða lívrentuavtalu. TAKS skal hava fráboðan í hvørjum einstøkum føri, tá hetta fer fram.” 5. § 11 b, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Av skattaðum inngjaldi, ið er inngoldið frá 1. januar 2012 og til og við 31. desember 2013, skal í samband við útgjald eftir 60 ára aldur ikki gjaldast skattur ella avgjald til landskassan, og fylgir útgjaldið teimum ásetingum, ið annars eru ásettar sambært hesi løgtingslóg.” 6. Í § 11 b verður sum stk. 6 sett: “Stk. 6. Tá eftirlønarkonta fyri árið 2012 og 2013 endaliga verður gjørd upp og útgoldin, skal teldutøk kontouppgerð frá eftirlønarveitara fráboðast TAKS.” 7. Yvirskriftin yvir § 14 verður strikað. 8. § 14 verður broytt til § 12 a. 9. Aftaná § 12 a verður sett: “§ 12 b. Frá 1. januar 2014 at rokna verður ikki loyvt at rinda inn á eftirlønarkontur, ið er stovnaðar sambært hesi lóg. Allar eftirlønarskipanir, ið eru stovnaðar sambært hesi lóg, verða framhaldandi í gildi og fylgja útgjaldsleisti, ið er ásettur sambært hesi lóg. Stk. 2. Fyri privat eftirlønarinngjøld, ið eru goldin í 2013 og árini frammanundan, kunnu frádragast í skattskyldugu inntøkuni 150.000 kr. í 2013 og sama upphædd fylgjandi árini, til alt eftirlønarinngjaldið er frádrigið í skattskyldugu inntøkuni. Talan er um eftirlønarinngjøld til føroyskan eftirlønarveitara. Eftirlønarupphæddin á 150.000 kr. er brutto inngjaldið. Í sambandi við eitt privat eftirlønarinngjald rindar eftirlønarveitarin eftirlønarskattin til TAKS. Stk. 3. Eftirlønarveitarar skulu senda árliga teldutøka kunning til TAKS um upplýsingar hjá øllum teimum, ið eru skrásett í eftirlønarskipanini hjá eftirlønarveitaranum sambært hesi løgtingslóg. Upplýsingarnar skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 20. januar ella fyrsta gerandisdag eftir 20. januar. Verður ásetingin í pkt. 1 ikki fylgd, kunnu dagbøtur á 20.000 kr. verða álagdar fyri hvønn dag, ið fer út um fyrsta gerandisdag eftir 20. januar. Eru upplýsingarnar, ið TAKS móttekur, ikki rættar, sendir TAKS í fyrsta lagi eina ávaring. Um brotið ikki verður rættað, kann TAKS áleggja dagbót á 20.000 krónur, til viðurskiftini eru komin í rættlag. Um brot á hesa løgtingslóg áhaldandi ikki verður rættað, kann eftirlønarupphæddin verða flutt til annan eftirlønarveitara at umsita uttan kostnað fyri eftirlønarsamansparara. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur fyri, hvussu tann einstaka eftirlønarupphæddin kann flytast til annan eftirlønarveitara at umsita. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur viðvíkjandi upplýsingarskyldu, freist og rættleika av upplýsingum frá eftirlønarveitarum.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014. Tórshavn, 20. desember 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 40/2013

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙