Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. november 2020 Nr. 158
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vápn v.m.
(Reglur um útflutning av vápnum og um atgongd til vápnaskránna)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai…
Í løgtingslóg nr. 43 frá 22. mai 1969 um vápn v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 1980 og løgtingslóg nr. 81 frá 22. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um vápn o.a.” 2. Í § 1, stk. 3 verður “evna til” broytt til: “flyta út”. 3. Í § 2, stk. 1 verður “§ 1” broytt til: “§ 1, stk. 1”. 4. Í § 3 a, stk. 1 verður aftan á “at flyta inn,” sett: “flyta út,”. 5. Í § 4, stk. 1 verður aftan á “reglur um” sett: “loyvi,”. 6. Í § 4, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um beinleiðis atgongd til upplýsingarnar, sum eru skrásettar sambært 1. pkt.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 20. november 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 21/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.