Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. desember 2015 Nr. 158

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

(Skattalætti til lág- og miðalinntøkur)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 156 frá 20. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Vísandi til § 54 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður landsskattur teirra, ið nevnd eru í § 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f, smb. tó § 8, stk. 2 og § 8 a, stk. 1 í somu løgtingslóg, ásettur soleiðis: 1) Er inntøka lægri enn kr. 65.000 verða 0% latin. 2) Er inntøkan kr. 65.000 ella hægri, men lægri enn kr. 235.000, verða kr. 0 latnar av kr. 65.000 og 15% av restini. 3) Er inntøkan kr. 235.000 ella hægri, men lægri enn kr. 330.000, verða kr. 25.500 latnar av kr. 235.000 og 20% av restini. 4) Er inntøkan kr. 330.000 ella hægri, men lægri enn kr. 800.000, verða kr. 44.500 latnar av kr. 330.000 og 25% av restini. 5) Er inntøkan kr. 800.000 ella hægri, verða kr. 162.000 latnar av kr. 800.000 og 30% av restini.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Í Tinganesi, 24. desember 2015 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 39/2015

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙