Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. desember 2017 Nr. 158
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017
(Strika kravið um, at keypt kvota skal veiðast í 2017 og at taka av avreiðingaravgjaldið)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 150 frá 23. desember 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli,…
Í løgtingslóg nr. 150 frá 23. desember 2016 um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 6. juni 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 6 verður 1. pkt. strikað. 2. Yvirskriftin yvir § 4 verður strikað. 3. § 4 verður strikað. 4. Í § 5, stk. 1 verður “§§ 2 og 4” broytt til: “§ 2”. 5. Í § 6, stk. 1 verður “og avreiðingaravgjaldið, sambært § 4,” strikað og “fella” verður broytt til: “fellur”. 6. Í § 6, stk. 2 verður “og avreiðingaravgjaldið” strikað. 7. Í § 6, stk. 5 verður “og avreiðingaravgjaldið,” strikað. 8. Í § 9, stk. 1 verður “ella avreiðingaravgjald” strikað.
§ 2 Stk. 1. 1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað…
Stk. 1. 1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá framløgudegnum. Stk. 2. Eigari av fiskifari undir føroyskum flaggi, ið við fiskifari hevur fiskað við fiskiloyvi til annaðhvørt makrel ella norðhavssild, og har fiskifarið, áðrenn framløgudagin, sbr. stk. 1, landar til virkingar ella frystingar uttanlands ella letur móttøkuskipi undir fremmandum flaggi til virkingar ella frystingar, er viðvíkjandi avreiðingaravgjaldi fevndur av reglunum um umrokningarfaktorar, innkrevjing og revsing í løgtingslógini um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017 fyri landingar áðrenn framløgudagin. Í Tinganesi, 18. desember 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 31/2017 1) Framløgudagurin var tann 3. november 2017.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.