Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. desember 2011 Nr. 158
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtinglóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast…
Í løgtinglóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 139 frá 6. oktober 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2 verður orðað soleiðis: “§ 2. Almannaveitingar sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. og løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. verða árliga javnaðar við 0% sambært §§ 5-6. Tó verður grundupphæddin til fólkapensjón ikki javnað.” 2) § 3 verður orðað soleiðis: ”§ 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, upphæddirnar til uppihaldshjálp, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru: 1) Løgtingslóg um almannapensjónir o.a.: Byrjunarár Kr. árliga Grunndupphædd til fólkapensjón – støk 2012 50.028,00 Grundupphædd til fólkapensjón – gift hvør 2012 39.756,00 Grundupphædd til fyritíðarpensjón – støk 2012 70.548,00 Grundupphædd til fyritíðarpensjón – gift hvør 2012 56.064,00 Viðbót til fólkapensjón – støk 2012 38.268,00 Viðbót til fólkapensjón – gift hvør 2012 29.616,00 Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk 2012 70.128,00 Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón - gift hvør 2012 63.312,00 Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk 2012 22.764,00 Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør 2012 19.776,00 Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk 2012 21.492,00 Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 2012 17.256,00 Eyka viðbót til lægstu fyritíðarpensjónistar 2012 33.228,00 Hjálparviðbót 2012 35.196,00 Røktarviðbót 2012 70.248,00 Avlamisviðbót/avlamisveiting 2012 32.916,00 Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar 2012 60.400,00 Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fyritíðarpensjónistar 2012 90.600,00 2) Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.: Byrjunarár Kr. árliga Upphædd 2012 7.416,00 3) Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.: Byrjunarár Kr. Barnagjald sbrt. § 5 2012 12.672,00 (árliga) Gjald í sambandi við føðing eftir § 6, stk. 1 2012 732,13 (eingangsupphædd) Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing eftir § 6, stk. 1 2012 1.252,76 (mánaðarliga) Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2 2012 12.672,00 (árliga) Økt barnagjald sbrt. § 15, stk. 3 2012 25.344,00 (árliga) Barnaískoyti sbrt. § 19a 2012 1.605,00 (um ársfj.)
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá útgjalding…
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá útgjalding av veitingum fyri januar mánað 2012. Stk. 2. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, verður § 1, nr. 1 í løgtingslóg nr. 139 frá 6. oktober 2011 um broyting í áseting og javning av almannveitingum strikað. Tórshavn, 16. desember 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 95/2011
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.