Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2005 Nr. 157
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast er broytt…
Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 9. apríl 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Árligt gjald verður rindað eftir hesi gjaldsskrá: A. Persónvognar, tó ikki bussar og hýruvognar Persónvognar Vektgjald Útjavning upp í 600 kg Eginvekt 1560 kr. 601 - 800 kg Eginvekt 1830 kr. 930 kr. 801 - 1100 kg Eginvekt 2090 kr. 1030 kr. 1101 - 1300 kg Eginvekt 2470 kr. 1220 kr. 1301 - 1500 kg Eginvekt 3000 kr. 1470 kr. 1501 - 2000 kg Eginvekt 3860 kr. 1750 kr. úr 2000 kg Eginvekt 4180 kr. 2240 kr. B. Hýruvognar Vektgjald Útjavning upp í 800 kg Eginvekt 1400 kr. 1360 kr. 801 - 1100 kg Eginvekt 1610 kr. 1510 kr. 1101 - 1300 kg Eginvekt 1870 kr. 1820 kr. 1301 - 1500 kg Eginvekt 2210 kr. 2250 kr. úr 1500 kg Eginvekt 2730 kr. 2880 kr. C. Motorsúkklur 1290 kr. 150 kr. D. Bussar Vektgjald Útjavning upp í 2000 kg Eginvekt 1650 kr. 2110 kr. 2001 - 4000 kg Eginvekt 1820 kr. 3400 kr. úr 4000 kg eginvekt 2466 kr. 4680 kr. E. Vøru- og last- vognar, traktorar o.l. Vektgjald Útjavning Legu/viðfestivognar upp í 1500 kg Totalvekt 1400 kr. 3070 kr. 420 kr. 1501 - 2000 kg Totalvekt 1480 kr. 3070 kr. 490 kr. 2001 - 2500 kg Totalvekt 1570 kr. 3240 kr. 520 kr. 2501 - 3000 kg Totalvekt 1650 kr. 3400 kr. 610 kr. 3001 - 3500 kg Totalvekt 1740 kr. 3720 kr. 740 kr. 3501 - 6000 kg Totalvekt 1830 kr. 4360 kr. 1020 kr. 6001 - 8000 kg Totalvekt 2250 kr. 5010 kr. 1270 kr. 8001 - 9000 kg Totalvekt 2470 kr. 5650 kr. 1530 kr. 9001 - 10000 kg Totalvekt 2680 kr. 6300 kr. 1660 kr. 10001 – 11000 kg Totalvekt 2900 kr. 6940 kr. 2220 kr. 11001 - 12000 kg Totalvekt 3110 kr. 7580 kr. 2390 kr. úr 12000 kg Totalvekt 3320 kr. 8220 kr. 2560 kr. ” 2) Í § 3, stk. 2 verður “Bileftirlit Føroya” broytt til “Akstovan”. 3) Í § 4, stk. 4 verður “Bileftirliti Føroya” broytt til “Akstovuni” og í stk. 5 verður “Bileftirliti Føroya í Tórshavn” broytt til “Akstovuni”. 4) Í § 5, stk. 2 verður “Bileftirliti Føroya” broytt til “Akstovuni” og í stk. 3 verður “Bileftirlit Føroya” broytt til “Akstovan”. 5) Í § 6, stk. 4 verður “Bileftirliti Føroya í Tórshavn” broytt til “Akstovuni”. 6) Í § 8, stk. 2 verður “Bileftirlit Føroya” broytt til “Akstovan”. 7) Í § 13, stk. 2, nr. 2 verður “Bileftirliti Føroya” broytt til “Akstovuni”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006. Tórshavn, 22. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 34/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.