Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2013 Nr. 157

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann verða gjørdar hesar broytingar

Í løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 4, stk. 1 verður aftaná “(t.e. lands- og kommunalu)” sett: “, og viðurskifti hjá børnum á privatum stovnum v.m., hvørs uppgávur beinleiðis viðvíkja børnum”. 2. Í § 4, stk. 2 verður “almennar skráir” broytt til: “viðgerð av persónsupplýsingum”. 3. Í § 6 verða sum stk. 6 og 7 sett: “Stk. 6. Umboðsmaðurin kann kanna viðgerðina hjá myndugleikunum av útvaldum málum. Stk. 7. Umboðsmaðurin kann kanna allar stovnar, myndugleikar og tænastustøð, sum eru fevnd av virkisøkinum hjá umboðsmanninum.” 4. Í § 7, stk. 1 verður “kæru” broytt til: “klagu” og “kæruni” broytt til: “klaguni”. 5. Í § 8 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Metir umboðsmaðurin tað vera neyðugt, kann hann uttan rættarúrskurð kanna privatar stovnar v.m., hvørs uppgávur beinleiðis viðvíkja børnum, sbrt. § 4, stk. 1.” 6. Í § 12 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, um galdandi lógir og fyrisitingarligar ásetingar eru sambæriligar við altjóða skyldur at tryggja barnarættindi, herundir sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá børnum. Rakar umboðsmaðurin við lýti í hesum sambandi, skal umboðsmaðurin boða Løgtingi og viðkomandi landsstýrismanni frá hesum. Er talan um lýti í ásetingum, ásettar av eini kommunu, skal umboðsmaðurin boða viðkomandi kommunustýri frá.”

§ 2 Stk. 1. § 1, nr. 2–4 koma í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd

Stk. 1. § 1, nr. 2–4 koma í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 1, 5 og 6 koma í gildi 1. oktober 2014. Tórshavn, 20. desember 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 55/2013

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙