Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. desember 2018 Nr. 157
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
(Atgongd til elektroniskar stakupplýsingar um skrokknummar úr akfarsskránni)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 6. juni 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftan á § 11 a verður sett: “Atgongd til skrásettar stakupplýsingar
§ 11 b Atgongd til elektroniskar stakupp-lýsingar um skrokknummar á akførum kann latast úr akfarsskránni…
Atgongd til elektroniskar stakupp-lýsingar um skrokknummar á akførum kann latast úr akfarsskránni hjá Akstovuni til kom-munalar tilbúgvingar í Føroyum, treytað av, at hvørt akfar sær frammanundan er eyðmerkt við at upplýsa nummarspjaldur. Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta nærri treytir fyri atgongd til skrásettar upplýsingar, sum verða latnar eftir stk. 1, herundir at lata upplýsingarnar umvegis góðkenda skipan.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 13. desember 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 49/2018
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.