Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. desember 2015 Nr. 156
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
(Hækking av avgjaldinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr.…
Í løgtingslóg nr. 8 frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008 og løgtingslóg nr. 123 frá 15. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 2 verður “1/2%” broytt til: “1%”. 2. Í § 3 a, stk. 1, 2. pkt. verður “0,5%” broytt til: “1%”. 3. Í § 3 b verður “0,5%” broytt til: “1%”.
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Stk. 2. Henda løgtingslóg hevur ikki virknað fyri avtalur, sum eru gjørdar frammanundan 1. januar 2016, og sum eru latnar tinglýsingarstovuni til tinglýsingar innan 1. februar 2016. Í Tinganesi, 23. desember 2015 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 45/2015
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.