Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. desember 2005 Nr. 156
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast…
Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 27. apríl 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í fylgiskjali 1 í Kap. 24 verða vørunummur 2402.10.11 - 2402.10.15 og 2402.10.50 strikað. 2) Í fylgiskjali 1 í Kap. 24 verður sum nýtt vørunummar sett: “2402.10.00, 100 stk. 155,00 kr., Sigarir, Seruttir og sigarillir” 3) Í fylgiskjali 1 í Kap. 24 verða avgjøldini á vørunumrunum 2402.20.00-2402.90.00 á sigarettum broytt frá “110,00 kr.” til “128,00 kr.”, 2403.10.00-2403.91.00 á tubbakki broytt frá “165,00 kr.” til “192,00 kr.” og 2403.99.10-2403.99.90 á skrá og snús broytt frá “110,00 kr.” til “128,00 kr.” 4) Í fylgiskjali 2 verða vørunummur 9916.0200, 9916.0300, 9916.0400, 9916.0500, 9916.0600, 9916.0800 og 9916.1200 strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006. Tórshavn, 22. desember 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 20/2005
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.