Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2013 Nr. 156
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Broytingar í sambandi við, at Eftirlønarlógin kemur í gildi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 119 frá 7. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 2, verður sum 2. pkt. sett: “Í tann mun, tey í 1. pkt. nevndu hava skyldu til at rinda inngjald sbrt. løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum, verður skattur teirra ásettur eftir frádrátt fyri hetta inngjald.” 2. § 8, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Skattur teirra, sum nevnd eru í § 1 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, er 35% av inntøkuni eftir frádrátt fyri inngjøld sbrt. løgtingslóg um eftirlønarsamansparing og skatt av eftirløn og rentutryggingum, um A-inntøkan stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS, ella skipi, sum eftir stk. 1, 2. pkt. verður javnmett við skip, ið er skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum annars lýkur treytirnar í løgtingslógini um FAS. Inntøka eftir 1. pkt. verður tikin við í skattagrundarlagið, men í inntøkuskattinum skal loyvast ein frádráttur, sum samsvarar við tann partin av inntøkuskattinum, sum kann verða førdur til ta A-inntøku, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS. Skatturin eftir 1. pkt. fer 100% í landskassan.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2014. Tórshavn, 20. desember 2013 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 42/2013
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.