Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. desember 2018 Nr. 156

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a.

(CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a., sum…

Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 23. desember 2016, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verða sum stk. 4 og 5 sett: “Stk. 4. Fyri persónbilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður árliga umhvørvisgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2019. Stk. 5. Fyri vørubilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður árliga umhvørvisgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2020.” 2. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fyri motorakfør skrásett til og við 31. desember 2016 verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 1. Fyri motorakfør skrásett frá 1. januar 2017 til og við 31. desember 2018, har CO2-útlátið er ásett eftir New European Driving Cycle, NEDC kanningarháttinum og fyri motorakfør skrásett frá 1. januar 2019, har CO2-útlátið er ásett eftir Worldwide Harmonized Light Vehicle Test Procedure, WLTP kanningarháttinum, verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 2. Fyri motorakfør úr 3.500 kg, legu- og viðfestivognar og motorsúkklur skrásett frá 1. januar 2017 verður árliga gjaldið rindað sambært gjaldsskrá í skjali 2.” 3. Skjal 2 til løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um veg- og umhvørvisgjøld av motorakførum o.a. verður orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019. Í Tinganesi, 12. desember 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 60/2018 Skjal 1 “Skjal 2 Árligt umhvørvisgjald verður roknað sambært hesi gjaldsskrá: Motorakfør upp til 3.500 kg heildarvekt Kr. -CO2-útlát 0 g/km 1.500 Bensindrivin akfør við Euronormi 6 og hægri: NEDC CO2-útlát (g/km) WLTP CO2-útlát (g/km) -CO2-útlát 1-100 g/km -CO2-útlát 1-120 g/km 2.000 -CO2-útlát 101-110 g/km -CO2-útlát 121-132 g/km 2.500 -CO2-útlát 111-120 g/km -CO2-útlát 133-144 g/km 3.000 -CO2-útlát 121-130 g/km -CO2-útlát 145-156 g/km 3.500 -CO2-útlát 131-140 g/km -CO2-útlát 157-168 g/km 4.000 -CO2-útlát 141-150 g/km -CO2-útlát 169-180 g/km 4.500 -CO2-útlát úr 151 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst -CO2-útlát úr181 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst 5.000 Diesel ella onnur drívmegi við Euronormi 6 og hægri: NEDC CO2-útlát (g/km) WLTP CO2-útlát (g/km) -CO2-útlát 1-100 g/km -CO2-útlát 1-120 g/km 4.000 -CO2-útlát 101-110 g/km -CO2-útlát 121-132 g/km 4.500 -CO2-útlát 111-120 g/km -CO2-útlát 133-144 g/km 5.000 -CO2-útlát 121-130 g/km -CO2-útlát 145-156 g/km 5.500 -CO2-útlát 131-140 g/km -CO2-útlát 157-168 g/km 6.000 -CO2-útlát 141-150 g/km -CO2-útlát 169-180 g/km 6.500 -CO2-útlát úr 151 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst -CO2-útlát úr181 g/km ella har CO2-útlátið ikki er upplýst 7.000 Eykagjald fyri Euronorm 1-5 ella um Euronormurin ikki er upplýstur 2.000 Motorakfør úr 3.500 kg heildarvekt Kr. Motorakfør við Euronormi 6 og hægri: Upp í 7.000 kg heildarvekt 7.000 7.001-10.000 kg heildarvekt 9.500 Úr 10.001 kg 13.000 Eykagjald fyri Euronorm 1-5 ella um Euronormurin ikki er upplýstur 6.000 Legu- og viðfestivognar Kr. Upp í 3.500 kg heildarvekt 650 Úr 3.501 kg heildarvekt 3.000 Motorsúkklur Kr. El drivnar motorsúkklur 1.400 Motorsúkklur við aðrari drívmegi enn el 1.600 ”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙