Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. desember 2021 Nr. 156
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing
(Tinglýsing av skjølum í persónbókini sbrt. ásetingum í aðrari lóggávu enn løgtingslóg um tinglýsing o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 1.…
Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 1. mai 1973, løgtingslóg nr. 37 frá 29. mai 1985, løgtingslóg nr. 39 frá 5. mai 1987, løgtingslóg nr. 59 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 164 frá 22. desember 2005, § 3 í løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006, § 1 í løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 70 frá 15. mai 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 43, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Skjøl, ið ikki skulu tinglýsast sbrt. ásetingunum í kap. 6 a, og sum antin viðvíkja persóns ræði á leysafæ ella á ognarvirðum hansara yvirhøvur, og sum eftir niðanfyri standandi reglum ella aðrari lóggávu krevja tinglýsing, verða førd inn í eina serstaka persónsbók.” 2. Í § 43, stk. 6, verður “sbrt. § 1” broytt til: “sbrt. stk. 1” og “nr. 1-7” broytt til: “nr. 1-8”. 3. Í § 47 d, stk. 2, verður “veðhavara” broytt til: “veðsetaran”. 4. Í § 47 e, stk. 2, verður “veðhavaran” broytt til: “veðsetaran”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 10. desember 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 27/2021
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.