Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. desember 2009 Nr. 156
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 80 frá 25. mai 2009, verður § 8, stk. 2, 1. pkt. orðað soleiðis: “Skattur teirra, sum nevnd eru í § 1 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, er 35%, um A-inntøkan stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS, ella skipi, sum eftir stk. 1, 2. pkt. verður javnmett við skip, ið er skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum annars lýkur treytirnar í løgtingslógini um FAS.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2009
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2009. Tórshavn, 14. desember 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 62/2009
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.