Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. desember 2015 Nr. 155
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(Leingja freistina fyri at søkja um at fáa endurgoldið)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 18. mai 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3 a, stk. 2, nr. 3 verður “31. desember 2015” broytt til: “31. desember 2019”. 2. Í § 3 b, stk. 2, nr. 4 verður “31. desember 2015” broytt til: “31. desember 2019”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2016. Í Tinganesi, 23. desember 2015 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 48/2015
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.