Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2023 Nr. 155
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Broyting í brúkstreytini fyri at avhenda egnar fiskidagar og egnar kvotur, broyting í brúksskylduni á veiðiloyvi, fiskiloyvi, egnar fiskidagar og egnar kvotur, og broytt áseting um gildiskomu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 13. mai 2020, § 78 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 186 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 70 frá 5. mai 2021, løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 89 frá 16. mai 2022, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 30, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Tá fiskidagar í bólki sambært § 18, stk. 1, nr. 1-4 verða avhendir, er treytin, at fiskifarið, sum dagar verða avhendir til, er innan fyri tey mørk fyri stødd ella framtøkumegi, ið skilmarka bólkin.” 2. § 30, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Fyri at avhenda fiskidagar, skulu frá og við 1. januar 2025 í minsta lagi 60% av tillutaðu fiskidøgunum fiskiárið frammanundan vera brúktir við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifari.” 3. § 31, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Fyri at avhenda egnan kvotupart ella egna árskvotu, skulu frá og við 1. januar 2025 í minsta lagi 60% av tillutaðu kvotuni av fiskaslagnum, ið verður avhendað, vera fiskað fiskiárið frammanundan við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifari. Nýtslan verður gjørd upp fyri hvønn fiskiskap á ávísari fiskileið sær. Makrelur er undantikin brúkstreytini.” 4. Í § 31 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um í serligum førum at geva undantak frá treytini sambært stk. 2, 1. pkt. fyri avhending fyri eitt fiskiár í senn.” Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 4 og 5. 5. § 36 verður orðað soleiðis: “§ 36. Veiðiloyvi, sum ikki er brúkt í tvey fiskiár á rað, fellur aftur til landið, samanber tó § 29. Tá veiðiloyvi fellur aftur til landið, falla veiðirættindini, sum eru knýtt at tí ávísa fiskifarinum í fiskiloyvum, eisini aftur til landið. Fyrsta tíðarskeiðið fyri uppgerð av nýtslu byrjar 1. januar 2023. Stk. 2. Hevur fiskifar ikki brúkt rættin til fiskiloyvi til egnar fiskidagar ella egnar kvotur í tvey fiskiár á rað, fellur rætturin til fiskiloyvið aftur til landið. Hevur fiskifar rætt til meira enn eitt fiskiloyvi til fiskiskap eftir ávísum fiskaslagi á ávísari fiskileið, verða fiskiloyvini roknað undir einum. Veiðirættindi, avhendað fyri eitt fiskiár í senn sambært §§ 30 ella 31, verða roknað upp í uppgerðina av brúki hjá avhendara og verða roknað sum ikki brúkt. Fyrsta tíðarskeiðið fyri uppgerð av nýtslu byrjar 1. januar 2023. Stk. 3. Hóast ásetingina í stk. 2 kann landsstýrismaðurin í serstøkum førum geva einstøkum fiskiførum undantak. Stk. 4. Brúksskyldan sambært stk. 2 fevnir ikki um: 1) fiskiloyvi latin útróðrarbátum sambært § 18, stk. 1, nr. 5 og onnur fiskiloyvi latin útróðrarbátum undir 15 tons, 2) rættindi keypt á uppboði í 2018 og 2019 í gildistíðini sambært § 9, 3) rættindi, ið er partur av umbýti sambært § 24, og 4) fiskiloyvi latin til fiskiskap eftir makreli.” 6. Í § 64, stk. 2 verður “§ 31, stk. 4” broytt til: “§ 31, stk. 5”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 20. desember 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 47/2023
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.