Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. desember 2017 Nr. 155

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

(Økja fíggjarliga fyrimunin við at langtíðar útleiga bústaðir)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 20. desember 2016, verður henda broyting gjørd:

§ 8 a, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Inntøka, ið stavar frá útleigan av húsum o.tíl. til bústað, sbr. § 1 í leigulógini, verður bruttoskattað við 25%. Bert tann parturin av inntøkuni, sum fer upp um kr. 50.000, verður skattaður. Eiga persónar í felag hús o.tíl., er samlaði frádrátturin eftir hesum stykki kr. 50.000. Avgerðin um at brúka hetta stykki ávikavist stk. 2 er bindandi fyri trý ár í senn. Leiguinntøka, skattað eftir hesum stykki, verður ikki tikin við í skattagrundarlagið í § 1. Skatturin verður býttur við 45% til avvarðandi kommunu og 55% til landskassan.”

§ 2 Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar…

Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2018. Í Tinganesi, 13. desember 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 32/2017

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙