Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. desember 2018 Nr. 155

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum

(CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við…

Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 26. februar 2010, løgtingslóg nr. 160 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 57 frá 18. mai 2015 og løgtingslóg nr. 142 frá 18. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 8, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fyri skrásetingarskyldug motorakfør verður goldið CO2-avgjald. CO2-avgjaldssatsirnir verða ásettir við støði í kanningarhættunum, New European Driving Cycle, NEDC, og Worldwide Harmonized Light Vehicle Test Procedure, WLTP. CO2-avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nógv gramm av CO2 kemur úr motorakfarinum fyri hvønn kilometur (g/km).” 2. § 8, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. CO2-avgjaldssatsirnir eru ásettir í skjali 1.” 3. § 10, stk. 6 verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Umhvørvisgjaldið verður rokanað við satsunum, ið eru ásettir í skjali 2.” 4. Í § 34 verða sum stk. 3 og 4 sett: “Stk. 3. Fyri persónbilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður CO2-avgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2019. Stk. 4. Fyri vørubilar, ið eru NEDC-floksgóðkendir og sum hava fingið undantak frá WLTP-floksgóðkenning, verður CO2-avgjaldið ásett eftir NEDC-floksgóðkenningini til 1. september 2020.” 5. Skjal 1 verður sett sum skjal 1 til løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008. 6. Skjal 2 verður sett sum skjal 2 til løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2019. Í Tinganesi, 12. desember 2018 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 61/2018 Skjal 1 “Skjal 1 CO2-avgjaldssatsirnir NEDC CO2-útlát (g/km) NEDC CO2-avgjald (kr./g) WLTP CO2-útlát (g/km) WLTP CO2-avgjald (kr./g) Til og við 120 20,- Til og við 140 15,- Yvir 120, men í mesta lagi 140 200,- Yvir 140, men í mesta lagi 170 200,- Yvir 140, men í mesta lagi 180 300,- Yvir 170, men í mesta lagi 210 350,- Yvir 180 400,- Yvir 210 500,- ” Skjal 2 “Skjal 2 Umhvørvissatsirnir Euronormur Umhvørvisgjald (kr./kW) Euro VI 20,00 Euro V 30.00 Euro IV 70,00 Euro III 450,00 Euro II 700,00 Euro I 900,00 ”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙